Fróði venur við HB

Ein gamal kenningur vandi við HB í kvøld

Fróði Benjaminsen vandi í kvøld HB liðnum, sum um leygardagin skal spæla móti NSÍ. Hvørki Fróði Benjaminsen ella venjarin, Jan C. Dam, vilja gera nakra viðmerking.

 

Fróði Benjaminsen boðaði annars fjør frá, at hann gavst sum fótbóltsspælari, men lat tó hurðina standa á glopp. Norðlýsið hevur fyrr í ár sett fyrrverandi landsliðsliðskiparan í samband við Víking.

 

Tað er óvist um Fróði Benjaminsen kemur at hava nakran leiklut í HB, men tað er ongin ivi um, at HB kundi brúkt hansara dygdir á miðvøllinum ella í verjuni.

 

Jan Dam kundi tó vátta, at Poul Ingason er skaddur og spælur ikki leygardagin.

 

Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum millum NSÍ og HB, sum verður leygardagin klokkan 15.