Í farnu viku varð avtala gjørd millum Fróðskaparsetur Føroya og AMG-oljusamtakið (Atlantic Margin Group), sum fevnir um oljufeløgini Statoil, Mobil og Enterprise.
Avtalan er rættiliga einastandandi, tí hon er fyrsta av sínum slag, har ein føroyskur undirvísingar- og granskingarstovnur sum Fróðskaparsetrið fær beinleiðis stuðul frá vinnufyritøkum til sítt virksemi. Hetta er annars rættiliga vanligur framferðarháttur í øðrum londum.
AMG-samtakið letur tilsamans 1.7 mill. kr. til at fíggja eina verkætlan, hvørs endamál er at byggja upp føroyskan førleika í sambandi við eina komandi oljuvinnu her um leiðir.
Avtalan varð undirskrivað av umboðum fyri samtakið og setrið á eini samkomu í Nóatúni í farnu viku. John Inderhaug, projektleiðari fyri Føroyar hjá samtakinum og Hans Pauli Joensen, deildarleiðari á Fróðskaparsetrinum skrivaðu undir verkætlanina. Eisini virkandi rektarin við Fróðskaparsetrið, Arne Nørrevang, var hjástæddur umframt umboð fyri øll trý oljufeløgini.
Professari
Sambart verkætlanini skal ein sokallaður professari 2 í oljuverkfrøði setast við Fróðskaparsetrið umframt at eitt stipendium verður latið til eitt PhD-projekt innan oljuverkfrøði. PdD-studenturin skal verða á Fróðskaparsetrinum, og setti professarin 2 skal vera vegleiðari hjá honum.
Tann lesandi skal arbeiða við spurninginum um spenningar, sum kunnu koma í undirgrundini orsakað av instabiliteti í boriholum. Orsøkin til at júst hetta evnið er valt er tann, at roknað verður við, at jarðfrøðin við Føroyar fer at seta stór krøv til oljuboring.
Setti professarin skal eisini arbeiða við at byggja upp eina BSc-útbúgving í oljuverkfrøði við Fróðskaparsetrið.
Sum so er henda verkætlanin eitt náttúrligt framhald av tí samstarvi, sum er íkomið millum Fróðskaparsetrið og Høgskolan í Stavanger.
Umrødda verkætlan gongur yvir trý ár. Samlaða fíggingin er uppá 1,7 mill. kr.
Føroyar gott útbúgvingarverk
Tá avtalan varð undirskrivað segði John Inderhaug frá Statoil, at AMG-samtakið metir føroyska útbúgvingarverkið sera høgt. -Eg haldi eg uttan at blunka kann siga, at støðið her hjá tykkum er eins gott um ikki betri enn við aðrar lærdar háskúlar í Norðurlondum segði John Inderhaug og vísti á týdningin, sum eitt gott útbúgvingarverk hevur fyri eitt nú eina komandi oljumenning við Føroyar.
Hann vísti á, at oljufeløgini síggja eisini fegin, at lond, sum bjóða nýggj leitiøki út, sjálvi eiga vælútbúgving fólk til at standa fyri gongdini.
Uppá fyrspurning um slíkur stuðul ikki er ein roynd at keypa sær fyrimunir í eini útbjóðing sigur John Inderhaug, at hetta er vanlig og náttúrlig mannagongd í øllum økjum, har oljufeløg arbeiða. Sum oljufelag ynskir tú, at tað skal finnast eitt professionelt umhvørvi í tí landi tú arbeiðir.
Tað er annars heilt vanligt eitt nú í Noregi, at oljufeløg eru við til at gjalda fyri ávísar útbúgvingarverkætlanir. Hetta kemur undirvísingarstovninum sera væl við. Ongar treytir verða settar við fyri at lata slíkan stuðul.
Skilagóð gongd
Hans Pauli Joensen, sum stendur fyri umrøddu verkætlan á Fróðskaparsetrinum, fegnast um stuðulin frá teimum trimum oljufeløgunum, sum hann vónar bert er eitt stig á leiðini til at menna og víðka um virksemið á Fróðskaparsetrinum. Við avmarkaðum ressursum til eitt nú gransking og útbúgving kemur slíkur stuðul sera væl við - og ikki minst, nú tað verður roynt at vera við í menningini av eini nýggjari vinnu sum oljuvinnuni. Við hesum ber til at byggja víðari á tær royndir og ætlanir í sambandi við eina komandi oljuvinnu, sum longu eru í gongd á føroyskum útbúgvingarstovnum.
Umframt Fróðskaparsetrið so hava eisini teir teknisku skúlarnir í Føroyum fingið bygt upp eitt sera gott og tætt samarbeiði við útbúgvingarstovnar í Stavanger, eitt nú við Stavanger Maritime Skole, sum hevur drúgvar royndir at útbúgva fólk til at virka innan oljuvinnuna.