Fronsku meistararnir taptu

Fronsku EM-, HM og OL-meistararnir í manshondbólti vórðu settir upp á láss í kvøld, tá teir í fyrsta dystinum í EM-kappingini í Serbia møttu grannunum úr Spania. Úrslitið bleiv 29-26 til Spania eftir 15-13 í hálvleikinum.

 

Tann størsti munurin á liðunum vóru málmenninir. Tann spanski José Javier Hombrados spældi sera væl og tók ein hóp av fronskum skotum. Harafturímóti var tann annars vanliga so tryggi Thierry Omeyer í franska málinum sum ein skuggi av sær sjálvum.

 

Tað mesta av dystinum vóru spaniumenn frammanfyri við fýra málum, men og hóast fransmenn av og á komu nærri, fingu teir ongantíð fatur á spaniumonnunum.

 

Spania og Frakland eru í bólki C saman við Russlandi og Ungarn, sum eisini spæla í kvøld.