Við glitrandi synthljóði og einum sólskinsfullum huglagi bjóðar FRUM nú fram nýggja staklagið Sun Aura – ein sangur um at stíga fram í sítt egna ljós og vera tann veruliga, djarva útgávan av sær sjálvum.
Lagið er gjørt í samstarvi við norsku Moyka, sum millum annað er kend fyri tónleikin í vælumtóktu Netflix-røðini Young Royals. Sun Aura hevur eina innara spennandi orku og eina ljósberandi kraft, sum kennist bæði friðarlig og stór í senn.
Inspirasjónin kemur frá myndini av leyvuni hjá Nietzsche í Soleiðis segði Zarathustra – har menniskjað broytist og tekur stigið út úr skugganum: “Tú stígur inn í ringin fyri at síggja hina síðuna.” Tað er í hesi løtuni, tú veruliga fert at lýsa – eftir stormin, tá tú ert klárur at bera títt egna ljós uttan ótta.
Sun Aura er síðsta staklagið, áðrenn fløga verður útgving seinni í mai.
Hoyr lagið her:
##med2##
Annars hoyrist lagið eisini her: https://frum.lnk.to/sun