Tá Fiskamarknaður Føroya fyri viku síðan greiddi frá útlitunum til ráfiskanøgdir í vikuni eftir, varð sagt, at bara eitt ísfiskalínuskip var til fiskiskap.
Í dag - eina viku seinni - er sambært Fiskamarknaði Føroya einki ísfiskalínuskip til fiskiskap. Tað merkir, at lítil drift hevur verið hjá ísfiskalínuskipunum seinastu tíðina.
Hinvegin eru øll frystilínuskipini - uttan tað eina - til fiskiskap í løtuni. Sagt verður tó einki um, hvar frystilínuskipini eru, men helst eru tey flestu í føroyskum sjógvi.
Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin batnar, men hesaferð verður hann ongantíð heilt góður.
- Veðrið er eisini óstøðugt, og tí verður ikki roknað við so nógvum útróðri teir næstu dagarnar, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.