Myndin av frystilínuskipinum Klakki, sum Dávur Winther hevur tikið, er tilvildarlig.

Frystilínuskipini á ymiskum havleiðum

- Fleiri útróðrarbátar fiska á Føroyabanka, og sagt verður frá hampiligum fiskiskapi, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

Myndin av frystilínuskipinum Klakki, sum Dávur Winther hevur tikið, er tilvildarlig.

- Eitt ísfiskalínuskip fiskar í íslendskum sjógvi, og eitt fiskar norðan fyri og skuldi ætlandi landa fyrst í hesi vikuni.

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

Av frystilínuskipunum fiskar eitt undir Føroyum, tvey eru á Íslandsrygginum, tvey á Flemish Kap, og eitt fiskar í grønlendskum sjógvi.

Um streymviðurskifti og veður hesa vikuna verður sagt, at líkindini eru góð. Ti verður eisini roknað við, at nakað verður av útróðri í vikuni.