FS Vágar mist trý stig

3. deild: ÍF hevur fingið trý stig, tí teir spældu móti trimum ólógligum vágamonnum

Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum hevur gjørt av, at 3. deildarliðið hjá FS Vágar skal missa trý stig, og at ÍF skal fáa trý stig. Henda avgerðin er tikin, tí kappingarnevndin hevur staðfest, at FS Vágar í fyrsta landskappingardystinum, sum teir flaggdagin á heimavølli vunnu 5-2 móti ÍF, høvdu tríggjar menn á liðnum, sum ikki høvdu loyvi at spæla. Tað høvdu teir ikki, tí teir vikuskiftið frammanundan á 2. deildarliðnum høvdu spælt steypadyst á Sevmýri.

Fyrsta umfar í 3. deild var sama vikuskifti sum fyrsta umfar í 1. deild, meðan 2. deild bíðaði eitt vikuskifti, og tað vil siga, at teir tríggir spælararnir ikki høvdu havt møguleika at leypa dyst um, tá teir spældu í lægru deildini.

Í fyrstu atløgu kærdi ÍF, men kæran varð avvíst, tí hon var FSF í hendi, eftir at tíðarfreistin var farin. Sambært grein 39 í lógunum fyri FSF kann FSF í serligum førum sjálvt taka eitt mál til viðgerðar, um illgruni er um, at eitt ávíst felag hevur framt brot á reglarnar, og tað er út frá hesum, at kappingarnevndin hevur viðgjørt hetta málið og tikið avgerðina.

FS Vágar og ÍF eru kunnað um avgerðina hjá kappingarnevndini, og tað er møguleiki hjá FS Vágum at kæra til dómsnevndina. FS Vágar vann dystin 5-2, men nú eru øll málini strikað, stigini eru givin til ÍF og tikin frá FS Vágum, sum ivaleyst iðrar seg um, at teir ikki gáaðu um, at í sovorðnum førum sum hesum verður sæð uppá landskappingina og steypakappingina sum eina og somu kapping.