Vágamenn og runavíkingar fingu eitt stig í part burtur úr fyrsta landskappingardystinum í 2. deild leygardagin. Og sum dysturin gekk, kundu vágamenn vera best foreintir við tað úrslitið, hóast teir eitt skifti vóru á odda 2-0.
FS Vágar byrjaði eisini betur, men móti endanum av fyrra hálvleiki kom NSÍ meira við, og í seinna hálvleiki var eingin ivi um, hvør átti munin.
Fyrsta málið kom longu, tá fimm minuttir vóru spældir. NSÍ royndi seg við eini rangstøufellu, men hon miseydnaðist fullkomiliga, (NSÍ spældi við flatari verju) og Hannus Olsen gjørdist leysur við NSÍ-málverjanum.
So var 1-0, og munurin tvífaldaðist 20 minuttir seinni, tá verjan hjá runavíkingum hevði trupulleikar við at beina bóltin burtur úr vandaøkinum.
Málverjin hjá NSÍ skuldi boksa ein bólt burtur, men tað riggaði ikki serliga væl. Ein vágamaður og ein runavíkingur lupu upp at skalla, men hvørgin vann hann. Í staðin endaði bólturin beint hjá Ari Thomasen, sum takkaði fyri.
NSÍ reisti seg væl
Nú var vandi fyri, at FS Vágar fór at spasera sigurin heim, men NSÍ reisti seg væl.
Kortini skuldi tað ganga rúm tíð, áðrenn gestirnir fingu hol á. Tað var hálvur tími eftir at spæla, tá Sonni Petersen fekk minkað um munin. Hann stóð leysur við aftaru stong, tá eitt innlegg kom úr høgru síðu, og so var bert eitt mál á muni.
NSÍ hevði tá havt og fekk eisini seinni kjansir til fleiri mál. Onkuntíð var stongin fyri, og einu ferðina var Harry Knudsen leysur við málmanninum uttan at skora.
Harry gjørdi tað tó gott aftur, tá hann fáar minuttir fyri leiklok spældi Berg Hansen leysan til útjavnandi málið, runavíkingarnir so ríkiliga høvdu uppiborið.
Dysturin millum FS Vágar og NSÍ var ein dystur millum tvey ung lið. Vágamenn hava eitt spildurnýtt lið, nú veteranarnir Mikkjal Danielsen og Torkil Nielsen hava lagt frá sær, og liðið hjá NSÍ er mannað við spælarum heilt niður í 16 ára aldur. Tað merkist væl hjá 2. deildarliðnum hjá runavíkingum, um menn á 1. deildarliðnum verða skaddir. Í løtuni eru bæði Helgi L. Petersen og Gert Langgaard skaddir, og tí er 1. liðsvenjarin noyddur at taka spælarar upp av 2. deild. Hetta hevur so elvt til, at 2. liðsvenjarin Trúgvi Mortensen noyðist at fara niður í yngru deildirnar eftir fólki.