Brot úr samrøðu í Sosialinum í dag. Les alla samrøðuna og hvat Christian Andreasen, FSF forseti, sigur um støðuna. Blaðið er at fáa í handlum kring landið seinnapartin í dag.
- Eg havi havt nógvar sessir í fótbóltshøpi seinastu árini, men skal eg bjóða meg fram til FSF er tað at kalla vónleyst. Skipanin er ein stirvin mannfólkaheimur, sum ikki letur nýtt blóð koma til, sigur Heidi Lava Elgeirsdóttir.
Fyri døgum síðani var 27 ára gamla Heidi Lava Elgeirsdóttir ein hugagóð kvinna, sum eftir fleiri ár í fótbóltsins tænastu ætlaði at bjóða seg fram har, sum avgerðirnar verða tiknar. Men eftir hennara fráboðan um, at hon ætlaði at stilla upp, fekk hon boð um, at tað slapp hon ikki. Hetta tí, at Havnafeløgini eiga ikki tørn hesaferð. Tað er fyrst um tvey ár, at eitt umboð fyri Havnaøkið skal veljast og skal hon vera valevni tá, so skal hon koppa sitandi nevndarlimi fyri hetta økið.
Tað er fallið Heidi Lava Elgeirsdóttir fyri brósti, at tað skal vera so trupult at bjóða seg fram til sambandi, sum stýrir føroyskum fótbólti.
- Tað er ikki bara bara at sleppa framat í FSF. Í reglunum hjá FSF stendur, at tú skalt vera undir 70 ár, hava verið aktivur í fótbólti og í minsta lagi eitt felag skal stilla teg upp. Men veruleikin er ein annar. Tí í dag er tað so, at feløgini hava gjørt avtalur sína millum um, at tey ymisku feløgini skiftast um at stilla limir upp. Hetta so, at alt landið verður javnt umboðað í starvsnevndini. Trupulleikin er bara, at tað verður at kalla vónleyst at fáa nýtt blóð inn í nevndina. Ert tú fyrst valdur, so verður tú sitandi og harvið er plássið upptikið, sigur Heidi Lava Elgeirsdóttir.