Fótbóltssambandið tykist eftir øllum sólarmerkjum at døma at vera steðgað á, tá tað snýr seg um Tórsvøll. FSF samtykti á aðalfundinum fyri tveimum árum síðani, at felagsskapurin skuldi seta 2,5 milliónir krónur í Tórsvøllin. Í tí sambandinum boðaði formaðurin, Torleif Sigurðsson, frá, at Fótbóltssambandið fór ikki at taka nakað annað stig, sum fíggjarliga ella á annan hátt bant FSF nærri ætlanini um Tórsvøll, uttan at hetta fyrst varð lagt fyri feløgini at taka støðu til.
Heðin Mortensen, stigtakari til Tórsvøll, hevur fleiri ferðir sagt, at farið verður undir arbeiðið at gera Tórsvøll í ár. Men hetta tykist ikki hava skundað undir nevndina í FSF, at teir taka spurningin um leiklutin hjá felagsskapinum í Tórsvøll-ætlanini til viðgerðar á aðalfundinum í FSF, sum verður í Norðurlandahúsinum fyrrapartin í dag.
Málið um Tórsvøll er ikki á skránni, sum er send feløgunum, og um tað skal takast upp, so verður tað gjørt í formansfrágreiðingini ella undir ymiskum.
Hetta merkir ikki eintýðugt, at nevndin í FSF og aðalfundurin ikki hevur møguleika at taka avgerðir um at blanda seg meiri upp í Tórsvøll. Tá aðalfundurin fyri tveimum árum síðani heimilaði nevndini at seta 2,5 milliónir í ætlanina stóð Tórsvøllur ikki á dagsskránni fyri aðalfundin, men avgerðin varð tikin, eftir at formaðurin í sínari frágreiðing hevði heitt á fundin um at gera tað.
Ikki búgvið
Torleif Sigurðsson, formaður í FSF, sigur, at hann fer at koma inn á Tórsvøllin í munnligu ársfrágreiðingini, sum hann fer at bera fram á fundinum fyrrapartin í dag, og tí leggur hann ikki so nógv í at gera viðmerkingar til Ítróttarsosialin, áðrenn tað verður gjørt og eitt orðaskiftið kanska hevur verið á aðalfundinum.
Men formaðurin váttar, at tær 2,5 milliónirnar, sum aðalfundurin fyri tveimum árum síðani heimilaði nevndini at seta í Tórsvøll, framvegis eru á konto hjá FSF:
? Vit hava fingið heimild at brúka hasa upphæddina til Tórsvøll, men vit hava ikki nortið pengarnar, tí tað er eingin, sum vit kunnu flyta pengarnar til.
Og við at siga hetta nertir Torleif Sigurðsson við kjarnuna í ivaseminum hjá FSF.
Upp undir aðalfundin hevur spurningurin um Tórsvøll verið viðgjørdur í nevndini hjá FSF. Ivaleyst er tað gjørt fyri at finna út av, hvat skal gerast og sigast um hetta á aðalfundinum, men tað er ikki vorðið til meiri enn ein partur av ársfrágreiðingini. FSF vil hava meiri ítøkiligt at vita um ognarviðurskifti, leiðslubygnað, kostnað, fígging og hvussu raksturin ætlast at hanga saman, áðrenn støða verður tikin til, hvønn leiklut FSF skal hava.
? Eg havi áður sagt, at tað eru fleiri møguleikar, hvussu ognarviðurskiftini og harvið stýringin av Tórsvølli kann skrúvast saman, og eg havi ikki dult fyri, at mær hevði dámt væl, um hetta varð gjørt, uttan at Fótbóltssambandið var beinleiðis uppií, sigur Torleif Sigurðsson, sum staðfestir, at so leingi sum hesi viðurskiftini ikki eru komin upp á pláss, so heldur hann ikki, at málið er búgvið at viðgera víðari í FSF, men hann er áhugaður í at hoyra, hvat limafeløgini í FSF halda um hetta.
Ongar samráðingar
Formaðurin í FSF sigur, at teir sjálvandi kenna sína ábyrgd fyri Tórsvølli við teimum 2,5 milliónunum, sum longu eru játtaðar, og at pengarnir fara at verða fluttir, tá allar fyritreytirnar at flyta eru í lagi, men hann sigur eisini, at eingin avtala er gjørd um, at FSF skal brúka Tórsvøllin, bæði at spæla á og at hava umsitingina í hølum, sum ætlast at hoyra til vøllin:
? Tað hava ongar samráðingar verið um hetta. Tað vil sjálvsagt siga, at vit vita ikki enn, hvat tað er, sum vit skulu taka støðu til, og so leingi, sum vit ikki gera tað, so ber ikki til at siga, hvat vit fara at gera, sigur formaðurin í FSF.