Klaksvíkingar mundu draga andan lættari týskvøldið. Tá var greitt, at tað verður landskappingardystur í Klaksvík á norðoyarstevnu. Kappingarnevndin hjá FSF gjørdi týskvøldið av, at KÍ skal sektast við einari bót upp á tíggju túsund krónur afturfyri, at ein áskoðari fekk høvi at smekka til annan linjuverjan, tá dómarabólkurin og spælararnir í hálvleikinum vóru á veg út av vøllinum, tá B68 var í Klaksvík dýra biðjudag.
Avgerðin hjá FSF verður søgd at vera grundað á, at aðra staðni er tað vanligt, at heimalið verða sektað við bót, tá tey ikki megna at halda tað trygdarstøði, sum tað verður kravt í ásetingunum.
Vit hava áður víst á, at fyri fimtan árum síðani og meiri enn tað er tað komið fyri meiri enn eina ferð, at eitt lið er dømt at missa heimavøllin, tí dómarabólkurin hevur verið álopin.
Nú hevur kappingarnevndin gjørt av at sekta við bót. Tað verður sagt, at aðra staðni er tað bara í heilt serstøkum førum, at heimavøllurin verður tikin frá einum felag, og í FSF tykjast teir ikki meta tað, sum gekk fyri seg í Klaksvík dýra biðjudag, at vera so serstakt.
Vit skilja á lagnum, at KÍ hevur tikið avgerðina hjá kappingarnevndini til eftirtektar.
Í kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandinum eru Børge B. Hansen, formaður, Óli Holm, næstformaður, Jens Erik Magnussen, Karl Vidtfeldt og Sveinbjørn Danielsson.
Altjóða samstarv
Hans Falkvard Hansen er formaður í dómarafelagnum. Hann hevði hoyrt um avgerðina hjá kappingarnevndini, tá vit høvdu samband við hann í gjár:
? Í hesum spurninginum er tað avgerandi fyri okkum sum felag, at limirnir hjá okkum hava ta trygd, sum er neyðug, tá teir døma, og tá teir ferðast til og frá dystum. Eg havi lagt til merkis, at FSF sigur, at teir í hesum førinum halda seg til tað, sum er vanligt uttanfyri Føroyar. Vit í dómarafelagnum fara at hava fund kristi himmalferðardag klokkan 18, har vit fara at viðgera avgerðina hjá FSF. Tá FSF nýtir altjóða praksis, halda vit, at tað er neyðugt hjá okkum at kunna okkum um altjóða dómarapraksis. Tí havi eg í dag verið í sambandi við dómarafelagið í Danmark og eisini við norsk dómaraumboð. Hetta havi eg gjørt fyri at frætta frá teimum, um teir kenna til mál, sum líkjast hesum, og hvussu tey eru takklaði, sigur Hans Falkvard Hansen.
Og hann leggur afturat:
? Vit hava sæð, hvussu sovorðin mál áður eru avgreidd í Føroyum, og tá teir í FSF nú broyta praksis, so mugu vit fáa at vita, hví hetta verður gjørt. Og so mugu vit meta um, um hetta fer at broyta trygdina hjá okkara fólki.
Í avgerðini hjá FSF verður víst til grein tjúgu í kappingarreglunum fyri fótbólt. Har verður sagt, at tað er liðið, sum spælir á heimavølli, ið hevur ábyrgdina av vælferðini hjá dómara og linjuverjum, og at heimaliðið eigur at ansa eftir, at eingin áskoðari órógvar ella sýnir óhøviskan atburð móti dómara og linjuverjum.
FSF undirstrikar, at um tað, ið fór fram, tá B68 var í Klaksvík, fer at endurtaka seg, so verður farið harðligari fram ímóti KÍ.starv við føroyskt oljufelag. Vit mugu tí arbeiða fyri at varðveita eina javnvág, og eg haldi sjálvur, at vit hava megnað at byggja upp gott samstarv við myndugleikarnar. Og við at lurta eftir ráðum frá teimum kunnu vit sleppa undan ringum avleiðingum.
Fyri okkum, sum koma uttanífrá, er tað avgerandi, at vit taka ímóti ráðum frá lokala fólkinum og arbeiða út frá tí, sum er best fyri meirilutan sigur Richard Hardmann og vísir annars á, at teir eru stórir nokk til at fara undir eina skilagóða leiting.
-Vit hava brúkt nógvar pengar uppá at útvikla felt aðrastaðni, og við teimum feløgum, sum vit arbeiða saman við, meta vit okkum eisini at vera førar fyri at gera neyðugu íløgurnar í eitt og hvørt felt, sum verður funnið á djúpum vatni við Føroyar.
Richard Hardmann heldur eisini, at tað hevur týdning fyri oljuídnaðin í Bretlandi, at tað verða funnin felt á føroyskum øki. Tað fer at stimbra og menna hann. Tí er hetta er ein sera stórur møguleiki fyri Føroyar. Tað, sum vit mugu fyribyrgja, heldur hann, er ein yvirupphiting, sum fær negativa ávirkan á føroyska samfelagið.
Richard Hardmann heldur tí avgjørt, at tað er framtíð í Atlantsmótinum Men hvussu stór hon verður veit hann ikki. Tað fáa vit at vita um 2-3 ár. Teir ætla sær at bora næsta summar og hava longu tveir boripallar, sum kunnu brúkast her. Hesir eru í løtuni í Meksikanska flógvanum.
Drúgvur burður
Johan Mortensen, sum frá byrjan av varð umboðsmaður fyri Amerada Hess og tí eisini ein av fyrstu umboðsmonnunum, sum útlendskt oljufelag fekk sær í Føroyum, heldur hetta hevur verið ein sera áhugaverd og lærurík tíð. Men tað hevur verið ein drúgvur burður. Ikki minst orsakað av marknaðarósemjuni.
-Tað er at gleðast um, at vit nú standa á gáttini til eitt tíðarskeið í Føroya søgu,
sum vil viðføra tær størstu broytingar mentunarliga og stórsta fíggjarliga framburð síðani seinna heimsbardaga sigur Johan Mortensen, sum heldur, at ungfólk eiga kanska í enn størri mun at hugsa um oljurelateraðar útbúgvingar.
-Eg eri sannførdur um, at Føroyar bæði fara at fáa væl burturúr fíggjarliga og ikki missa seg sjálvan burtur og at gerast ein altjóða aktørur í oljuheiminum, sum aðrar tjóðir fara at hava virðing fyri sigur hann og leggur aftrat, at hann eisini væntar, at føroyska mentunarlívið fer at venda sær móti alheiminum, London, New York etc og ikki bara vera innan fyri Skandinavia.
-Eg vænti, at vit fara at duga at snúgva ávirkanina til egnan fyrimun. Men týdningarmest er tó, at oljan kann verða við at gera hvønn dagin tryggari fyri hvørt húski í Føroyum og at gera okkum til alheimsborgarar.