FSF-handil á netinum

Fótbóltssamband Føroya hevur nú latið upp ein handil á alnetinum. Í fyrstu atløgu ber til at keypa landsliðstroyggjur og bøkur, sum FSF hevur givið út. Talan er um landsliðstroyggjurnar frá Puma, sum nú verða seldar. Størstu støddirnar eru longu útseldar, so støddirnar, ið nú verða lýstar til sølu eru frá stødd medium og niðureftir. Harumframt er eisini møguligt at keypa tvær bøkur. Talan er um Fótbóltur Framá, sum Jógvan Martin Olsen og Johann Nielsen hava skrivað, og Fótbóltslógirnar, sum fyri fyrstu ferð er komin í føroyskari týðing.