FSF hevði hall

Ársroknskapurin fyri 2000 vísti hall upp á góðar 400.000 krónur

 

Aðalfundurin hjá Fótbóltssambandinum, sum varð hildin í Havn leygardagin, var stuttur.

Kjakið gjørdist ongantíð umfatandi ella rokmikið, og tey mál, sum vórðu løgd fyri fundin, vóru skjótt avgreidd.

Eitt av málunum á fundinum var ársroknskapurin hjá Fótbóltssambandinum, og hann vísti eitt hall upp á 407.000 krónur, hóast roknað varð við einum avlopi upp á 2,8 milliónir krónur.

Orsøkin til, at úrslitið varð so nógv øðrvísi, er millum annað, at FSF hevur valt at inntøkuføra gjald frá UEFA fyri EM 2000 yvir fýra ár ístaðin fyri at inntøkuføra alt í einum ári.


Fleiri útreiðslur

Fótbóltssambandið hevði eisini útreiðslur, sum tað ikki varð roknað við, tá fíggjarætlanin varð løgd.

EM-kappingin fyri U18 kvinnur, sum varð hildin í Føroyum, kostaði 130.000 krónur meiri enn ætlað.

NM fyri U16-dreingir kostaði 280.000 krónur meiri enn ætlað, FSF lat 300.000 krónur í stuðli til nýggj setur á Tofta leikvølli, og umsitingin og MVG kostaðu umleið 600.000 meiri í 2000, enn roknað varð við.

Samtykta fíggjarætlanin hjá FSF fyri 2001 vísir eitt hall upp á 181.000 krónur.


Gongur rætta vegin

Torleif Sigurðsson segði í formansfrágreiðingini, at fíggjarviðurskiftini hjá FSF eru støðug, men hon er nógv tengd at pengum frá UEFA og FIFA.

FSF-formaðurin heldur, at úrslitið og arbeiðið við A-landsliðnum er nøktandi, men hóast tað gongur rætta vegin, er úrtøkan enn nakað óstøðug.

? Vit hava framgongd á flestu økjum, bæði ítróttarliga og fyrisitingarliga, men enn kann ikki sigast, at komið er á mál. Til tað krevst, at vit vinna og ikki eiga at vera nøgd við heiðurlig úrslit, segði Torleif Sigurðsson millum annað.