Enn er ikki greitt, um Hjalgrím Elttør er partur av hópinum hjá KÍ, sum í morgin skal spæla móti 07 Vestur.
Enn hevur NSÍ noktað fyri at útflýggja spæliloyvið, og teir halda fast við, at KÍ hevur roynt at gera sáttmála við spælara, sum er sáttmálabundin.
Í KÍ meta tey seg einki hava gjørt. Har verður sagt, at teimum kunnugt hevur spælarin sagt sáttmálan upp sambært grein 16, stk. 2 í standard-reglugerðini fyri spælarasáttmálar.
Har stendur, at hevur annar parturin mishildið sínar skyldur munandi, kann hin parturin siga sáttmálan upp beinanvegin.
Sum skilst hevur trupulleikin verið, at Hjalgrím Elttør ikki hevur fingið lønina, sum hann átti sambært sáttmálanum, og tí hevur hann gjørt nýtslu av møguleikanum at siga sáttmálan upp.
Hetta gjørdi hann fyrr í vikuni. Síðani hevur NSÍ flutt lønina, tí í gjár segði formaðurin, Andreas Lamhauge, at teir ikki skyldaðu spælaranum eina krónu. Reglurnar um uppsøgn siga tó, at hendan fær gildi alt fyri eitt, og tí meta Hjalgrím Elttør og KÍ, at sáttmálin varð settur úr gildi, tá spælarin hevði latið felagnum sína uppsøgn.