Tað er framvegis ógreitt hvør verður føroyskur landsliðsvenjari komandi ár. Sáttmálin hjá Lars Olsen gongur gongur út í vetur, men allar søgur um Bo Henriksen, Heimir Guðjónsson og aðrar eru uttan hald í veruleikanum.
- Vit taka tað róligt í løtuni og vilja ikki forhasta okkum. Tað hava vit kanska gjørt onkuntíð fyrr. Vit hyggja altíð eftir øðrum møguleikum, men vit eru bara í samráðingum við Lars Olsen í løtuni, sigur Fríðin Ziskason, formaður í landsliðsnevndini hjá Fótbóltssambandinum.
Við tí avsannar hann, at nøvn sum Bo Henriksen, venjari hjá Halli Hansson og AC Horsens, og Heimir Guðjónsson, venjari hjá HB, eru upp á tal til landsliðsvenjarastarvið í løtuni. Søgur hava eisini verið um, at FSF ynskir at styrkja venjaratroymið.
##med2##
Eitt nú hava ungdómslandsliðini fingið kropsligan venjara. Vit síggajt eisini mótsøðulondini hjá Føroyum hava fleiri venjarar og greinarar í venjaratroyminum. Fríðin Ziskason váttar, at tað verður arbeitt við at styrkja venjaratoymið, men at tað er ein fíggjarligur spurningur.
Bæði Norðlýsið og Miðlahúsið tykjast samd um, at nógv bendir á at Lars Olsen ikki fær longt sáttmálan. Tað eru tríggir mánaðir og fýra dystir eftir av hesum sáttmálaskeiðnum. Sjálvur hevur Lars Olsen sagt við Tipsblaðið, at hann hevur tosað við FSF, men at einki er komið á mál enn.