Starvsnevndin, sum er tann einasta, ið verður vald beinleiðis á aðalfundinum hjá Fótbóltssambandinum, er mannað soleiðis: Christian Andreasen, forseti, Niklas á Líðarenda, varaforseti, Karl Vidtfeldt, Jákup Martin Joensen, Fríðin Ziskason, Róin Schrøter og Niclas Davidsen.
Í kappingarnevndini sita Karl Vidtfeldt, Jákup Martin Joensen og Fríðin Ziskason, í landsliðsnevndini Niclas Davidsen, Róin Schrøter og Karl Vidfeldt, í dómaranevndini Niklas á Líðarenda, Fríðin Ziskason og Tummas Pauli Olsen, og í fíggjarnevndini Christian Andreasen, Róin Schrøter og Niclas Davidsen.
Í útbúgvingarnevndini sita Jákup Martin Joensen, Niklas á Líðarenda og Rúni Heinesen, sum annars ikki varð afturvaldur til starvsnevndina á aðalfundinum, men tó hevur fingið ein nevndarsess.
Síðani eru tríggjar nevndir, sum partvíst eru mannaðar við starvsnevndarlimum, men eisini skulu hava nakrar limir aftrat, ið heldur ikki nýtast at vera starvsnevndarlimir.
Í ungdómsnevndini sita Jákup Martin Joensen, Fríðin Ziskason og Karl Vidtfeldt, og har skulu so finnast tveir limir aftrat. Í kvinnunevndini eru Niclas Davidsen og Karl Vidtfeldt, sum skulu hava tríggjar limir aftur at sær, og í »grassroots«-nevndini sita Niklas á Líðarenda og Róin Schrøter, ið somuleiðis skulu hava tríggjar limir aftur at sær.