FSF: Nógv undirvísingarvirksemi í ár

Farna vikuskifti varð skipað fyri instruktørskeiði í FSF húsinum. Frá hósdegnum, og allan fríggjadagin og leygardagin vóru tey, sum undirvísa á venjaraskeiðum hjá FSF, á skúlabonki, skrivar Fótbóltssambandið.

Undirvísarar hjá FSF á skúlabonki - Mynd: Hans Erik Dannielsen

Farna vikuskifti varð skipað fyri instruktørskeiði í FSF húsinum. Frá hósdegnum, og allan fríggjadagin og leygardagin vóru tey, sum undirvísa á venjaraskeiðum hjá FSF, á skúlabonki, skrivar Fótbóltssambandið í tíðindaskrivi.

 

Fótbóltssamband Føroya hevur eina umfatandi venjaraútbúgving við tilboðum líka frá B1 til B4/UEFA B-venjaraprógv, A-venjaraútbúgving og málmansvenjaraútbúgving. Men fyri at hetta skal bera til, er alla tíðina neyðugt við eldhugaðum undirvísarum, og sum liður í menningini varð farna vikuskiftið skipað fyri skeiðið fyri okkara egnu undirvísarum.

 

Luttakararnir á skeiðnum vóru fleiri royndir undirvísarar, men endamálið var eisini at útvega sær nýggjar undirvísarar, sum kunnu leggjast afturat og taka eina hond í í komandi árini.

 

Á skránni var millum annað gjøgnumgongd av nýggju C-venjaraútbúgvingini – sum fer av bakkastokki seinni í ár – framløgur um undirvísingarástøði, umframt at eygleiða venjingar á vøllinum. Harafturat var nógv tíð sett av til bólkaarbeiði og kjak, har luttakararnir arbeiddu við ymiskum evnum.

 

Pætur Smith Clementsen er tekniskur stjóri í Fótbóltssmabandi Føroya, og hevur harvið ábyrgd av ítróttarliga partinum hjá FSF. Og hann er væl nøgdur við skeiðið, sum var hildið farna vikuskifti.

 

– 20 luttakarar vóru á skeiðnum, og tað er at gleðast um, at undirtøkan var so góð. UEFA setir eisini krøv til útbúgving av egnum undirvísarum, og vit hava tískil verið í tøttum samstarvi við UEFA um skránna, so vit tryggja okkum, at vit lúka altjóða krøvini sum verða sett undirvísarum á venjaraútbúgvingini.

 

– Vit hava ein góðan hóp av fakliga sterkum undirvísarum, og við at møtast árliga á slíkum skeiðum, royna vit at halda okkum dagførdar, umframt at umrøða aktuel viðurskifti. Nógv útbúgvingarvirksemi er á skránni í ár, so nú eru vit spent og motiveraði at fara í gongd, sigur Pætur Smith Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

Undirvísarar hjá FSF á skúlabonki - Mynd: Hans Erik Dannielsen