FSF: Undirnevndirnar fullmannaðar

Á starvsnevndarfundi mánadagin 8. mai vórðu undirnevndirnar í Fótbóltssambandi Føroya mannaðar, skrivar Fótbóltssambandið

Á aðalfundinum 18. februar vórðu nýggjar lógir fyri FSF samtyktar. Við broyttu lógunum koma tað í framtíðini at verða fimm nevndarlimir í hvørjari nevnd - Mynd: Bjarni Enghamar

Á aðalfundinum 18. februar í ár vórðu nýggjar lógir fyri Fótbóltssamband Føroya samtyktar. Ein av munandi broytingunum við nýggju lógunum er, at samansetingin í føstu nevndunum hjá FSF verður broytt. Frammanundan hava føstu nevndirnar í mestan mun verið mannaðar av starvsnevndarlimum, har tríggir nevndarlimir hava sitið í hvørjari nevnd.

 

Við broyttu lógunum koma tað í framtíðini at verða fimm nevndarlimir í hvørjari nevnd, har tveir limir eru umboðandi starsnevndina, meðan hini trý umboðini verða útnevnd millum persónar, ið feløgini skjóta upp. Fíggjarnevndin verður tó framvegis bert mannað av umboðum úr starvsnevndini.

 

Miðað varð eftir, at limir í føstu nevndum FSFs vóru útnevndir um mánaðarskifti apríl-mai, og á seinasta starvsnevndarfundi hjá FSF, sum varð hildin mánadagin 8. mai, vórðu undirnevndirnar fullmannaðar.

 

Fíggjarnevndin:

 

Christian Andreasen, formaður

 

Róin Schrøter, varaformaður

 

Anja Rein

 

Grassroots- og ungdómsnevndin:

 

Rúni Herup Olsen, formaður

 

Maria Jóhannusardóttir Joensen, varaforkvinna

 

Kristmund Johannesen

 

Kristoffur Vidtfeldt

 

Mary-Ann Zachariassen

 

Kappingarnevndin:

 

Róin Schrøter, formaður

 

Anja Rein, varaforkvinna

 

Arnar Lognberg

 

Jákup Mørk

 

Sølva Joensen

 

Kvinnunevndin:

 

Anja Rein, forkvinna

 

Rúni Herup Olsen, varaformaður

 

Elin Christiansen

 

Niclas Davidsen

 

Sólrun H. Sørensen

 

Landsliðsnevndin:

 

Maria Jóhannusardóttir Joensen, forkvinna

 

Fríðin Ziskason, varaformaður

 

Ingi Solberg

 

Jón Sigurd Vang Poulsen

 

Turið Láadal Sejersdóttir

 

Útbúgvingar- og menningarnevndin:

 

Heri á Rógvi, formaður

 

Rúni Herup Olsen, varaformaður

 

Allan Smedemark

 

Durita Sloan Dal-Christiansen

 

Jákup Olsen

 

Limirnir, sum eru valdir, eru eftir uppskoti frá feløgunum. Tó siga lógir FSF’s, at limir í dómaranevndini ikki skulu hava tilknýti til nakað ávíst felag. Tí er gjørt av, at limirnir í dómaranevndini skulu veljast beinleiðis av starvsnevndini eftir tilmæli frá dómaranevndini, og ikki sum við hinum nevndarlimunum, eftir innstilling frá feløgunum.

 

Á aðalfundinum 18. februar vórðu nýggjar lógir fyri FSF samtyktar. Við broyttu lógunum koma tað í framtíðini at verða fimm nevndarlimir í hvørjari nevnd - Mynd: Bjarni Enghamar