FSF Varpið á ferð í Luzern

FSF Varpið sæst her

FSF Varpið er aftur á ferð, og hesaferð eru vit í Luzern í Sveis, har føroyska landsliðið sunnudagin skal spæla HM-undankappingardyst á Swissporarena

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja FSF Varpið

 

Lars Olsen, Hallur Hansson og Fróði Benjaminsen hava allir góðar vónir til landsdystin millum Sveis og Føroyar, sum verður á Swissporarena í Luzern sunnudagin 13. november klokkan 17:00, føroyska tíð.

 

Les eisini: Vit gita liðið

 

FSF Varpið er við á ferðini, og aftaná seinastu venjingina, sum var á sjálvum leikvøllinum har dysturin verður spældur, fekk Tróndur Arge orðið á landsliðsvenjaran, og teir báðar stríðsmenninar á føroyska miðvøllinum.

 

Allir hava góðar vónir, men tað verður torført. Sveis er komið væl frá byrjan uppá kappingina, og hevur higartil vunnið allar dystirnar í bólkaspælinum.