FSF viðger málið í komandi viku

Í komandi viku viðger fótbóltssambandið hendingina millum Hans Jørgen Djurhuus og Poul Ingason

Hans Jørgen Djurhuus varð í dag funnin sekur í harðskapi fyri hendingina 20. januar í Gundadali, tá hann undir einum vinardysti móti HB, sló Poul Ingason í andlitið, so at hesin breyt nøsina.

 

Les eisini: Sekur í harðskapi

 

Hann fekk tó ein treytaðan dóm í eitt ár, so um hann ikki ger nakað revsivert komandi árið, verður hann ikki revsaður fyri hesa gerð heldur.

 

Les eisini: Hans Jørgen onga viðmerking

 

Fótbóltssamband Føroya hevur boðað frá, at bíðað verður eftir dóminum úr Føroya Rætti, áðrenn fótbóltssambandið tekur støðu til um Hans Jørgen skal hava leikbann.

 

- Vit hava starvsnevndarfund í komndi viku. Tá taka vit málið upp, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari hjá FSF.

 

Les eisini: Hans Jørgen verið í rættinum

 

Christian Andreasen, FSF forseti, hevur fyrr víst á, at tá løgreglan tók málið upp, so valdi FSF at bíða eftir at dómur fall í málinum, áðrenn meiri bleiv gjørt burturúr málinum.