FSR 90 ÁR

Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, FSR, er í dag vorðið 90 ár.

 

Kappróður hevur djúpar á Tvøroyri og í 1940 skrivar Føroyatíðindi, ið tá kom út á Tvøroyri, at fyrsti kappróður var á Tvøroyri síðst í 1870-unum, skrivar tvk.fo.

 

Leygardagin 14. juli 1934, varð í Føroyatíðindi lýst við, at ætlanin var at stovna eitt kappróðrarfelag. ”Heitt verður á øll tey, kvinnur sum menn, ið hugaðu eru at fáa hetta ílag og biðja tey tekna seg á lista, ið verður sendir út ein av døgunum” , stendur í blaðnum. Undirskrivað hava Johan Larsen, Andreas Nolsøe og Th. M. Jacobsen. Felagið varð síðan formliga stovnað hin 25.  juli 1934 og er Føroya næst elsta róðrarfelag. Bert Havnar Róðrarfelag, frá 1932, er eldri.

 

NÝTT NEYST OG JÓANSØKAN 100 ÁR Í 2025

 

Felagið hevur givið borgarunum á Tvøroyri og suðuroyingum mangar gyltar løtur og er í dag eitt felag, ið livir í ”bestu velgående”. Snotiliga kappróðrarneystið á Hvítanesi, ið Tvøroyrar hevur fíggjað, við stuðli frá LOA-grunninum, at fíggja, er um at verða liðugt og fer uttan iva at verða karmur um eina minniliga jóansøku 2025 á Tvøroyri. 2025 er samstundis árið har jóansøkuhaldið í Suðuroynni verður 100 ár

 

Tvøroyrar kommuna ynskir Froðbiar Sóknar Róðrarfelag hjartaliga til lukku við 90-ára degnum, við vón um eina bjarta framtíð fyri felagið samt eina góða Ólavsøku, skrivar Tvøroyrar kommuna á tvk.fo.

 

Føroyatíðindi frá 1934 sæst her