Tað hilnaðist ikki væl, tá ið uppflytara kandidatarnir úr Sandavági vóru úti í Sørvági og vitjaðu SÍ, sum síðani mánakvøldið, tá ið KÍ vann á LÍF, hevur kent hóttanina av niðurflyting dygst undir sær.
Men tað sást á ongan hátt, at heimaliðið var botnlið og gestirnir topplið. SÍ vann 2-0. Harvið lyfti SÍ sær eitt sindur burtur frá niðurflytingar hóttanini, og samstundis misti FSV04 næstfremsta plássið, sum liðið hevur verið á mest sum alt kappingarárið.
Jóhan Petur á Stongum legði SÍ framum tíggju minuttir eftir steðgin, og tíggju minuttir seinni staðfesti Georg Haraldsen óvæntaða heimasigurin.