Í kappingini í 3. deild vórðu seinnu hálvfinalurnar avgreiddar leygardagin. B36 hevði heimavøll móti LÍF, og her endaði tað við málleysum javnleiki. Fyrru hálvfinaluna í Leirvík vann B36 tó 3-0, og tí eru teir nú til reiðar at spæla finalu. Har verður mótstøðuliðið FSV04. Teir spældu móti SÍ í hálvfinaluni. Fyrri dysturin í Sandavági endaði við 5-3 sigri til FSV, og við 1-1 javnleiki í Sørvági megnaðu teir at halda fast um hesa leiðslu. Finalan millum B36 og FSV04 verður spæld komandi leygardag.