Füchse Berlin mátti lúta fyri Barcelona í Champions League finaluni

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir taptu annað árið á rað í finaluni í Champions League

Mynd: Füchse Berlin

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin gjørdust aftur í ár ov stuttir í finaluni í FINAL FOUR í Champions League í Lanxess høllini í Köln.

 

Hesaferð tapti Füchse Berlin 34-37 fyri katalanska stórliðnum, Barcelona, ið hevði Emil Nielsen í málinum, og hann hevði sum vanligt nógvar avgerandi bjargingar.

 

Barcelona var frammanfyri 20-16 í steðginum. Í løtum fekk Füchse Berlin minka um munin niður í tvey mál í seinna hálvleiki, men Barcelona megnaði alla tíðina at svara aftur.

 

Hákun skoraði tvey mál upp á fýra málroyndir. Mathias Gidsel var við átta málum toppskjútti hjá Füchse Berlin.

 

Luis Frade var við sjey málum toppskjútti hjá Barcelona. 

 

Í fjør tapti Füchse Berlin 26-32 fyri SC Magdeburg í finaluni í Champions League. 

 

Mynd: Füchse Berlin