Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin hava júst leikt dystin á heimavølli í týsku bundesliguni móti Rhein Neckar Löwen.
Dysturin í Max Schmelling høllini endaði við 35-28 sigri til Füchse Berlin. Í steðginum vóru berlinarnir á odda 16-11.
Hákun skoraði trý mál upp á fýra málroyndir.
Füchse Berlin er næstfremst í deildini við 38 stigum. Magdeburg er fremst við 42 stigum.
Fyrr í dag tapti liðið hjá Vilhelmi Poulsen, Hannover-Burgdorf á heimavølli 22-28 (11-15) fyri Göppingen.
Hannover er nummar níggju í deildini við 22 stigum.
Ígjár tapti THW Kiel á heimavølli uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu 26-34 (15-14) fyri Gummersbach.
Kiel er á fimta plássinum við 34 stigum.











