Liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin skoraði heili 45 mál í heimadysti í týsku bundesliguni í dag.
Í Max Schmelling høllini vunnu berlinarnir 45-29 á Erlangen. Í steðginum var heimaliðið á odda 23-15.
Hákun fekk fýra málmøguleikar og hann setti tveir av teimum í netið.
Füchse Berlin er næstfremst í deildini við 40 stigum. Magdeburg er greitt oddalið við 46 stigum.
Leygardagin 28. mars hevur Füchse Berlin dyst á útivølli móti júst Magdeburg.










