Í kvøld ávarar Iran íbúgvar í ávísum økjum í Dubai og Doha um møgulig álop næstu tímarnar.
Sambært almennum iranskum tíðindastovum hevur USA hernaðarútgerð í økjunum, har heitt verður á íbúgvar um at rýma.
Í sínum ávaringum vísir Iran á høvuðsstaðin í Katar, Doha og Dubai í Sameindu Arabisku Emiratunum.
Íbúgvar í ávísum økjum í hesum býum verða bidnir um at rýma - ella søkja sær skjól - beinanvegin.
Myndin omanfyri er tikin hin 1. mars, tá svartur roykur stendur upp úr einum ídnaðarøki í Dubai eftir eitt iranskt álop.
Tað er tíðindastovan, NTB, sum ber hesi tíðindi úr Miðeystri í kvøld.










