Füchse Berlin skal kappast í HM-endaspælinum fyri felagslið

Kappingin fer fram í Egyptalandi

Dagarnar 24. september til 1. oktober skulu Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin kappast í HM-endaspælinum fyri felagslið. 

 

Kappingin fer fram í Egyptalandi.

 

Füchse Berlin er í innleiðandi bólki B, har mótstøðuliðini eru Al Ahly úr Egyptalandi, Burgan SC úr Kuveit, og vinnarin av dystinum millum Sidney University og Veszprém.

 

Füchse Berlin eigur at vinna á Burgan SC, men Al Ahly og Veszprém eru torfør mótstøðulið. 

 

Innleiðandi bólk B manna FC Barcelona úr Spania (Katalania), Montada Derb Sultan úr Marokko, EC Pinheiros úr Brasil, og vinnarin av dystinum Los Angeles – Zamalek.