Füchse Berlin vann stórsigur á heimavølli

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir eru bert tvey stig frá oddinum

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin spældu í dag dyst á heimavølli í bundesliguni.

 

Í Max Schmelling høllini vann Füchse Berlin stórsigur 42-27 á Minden. Berlinarnir løgdu góðan botn í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Füchse Berlin á odda 22-13.

 

Í dag fekk Hákun fýra málmøguleikar, og hann setti tveir av teimum í netið.

 

Füchse Berlin er nummar fimm í deildini við 12 stigum fyri seks dystir. Teir eru bert tvey stig aftanfyri oddaliðið, Flensburg-Handewitt sum hevur 14 stig á fremst plássinum. Magdeburg, THW Kiel og Lemgo hava øll 13 stig hvør.

 

Komandi hóskvøld klokkan 19.45 hevur Füchse Berlin dyst á heimavølli í Champions League. Tá kemur norska liðið, Kolstad á vitjan.