Liðið hjá Paula Høj hevur framvegis fult stigatal

Pauli Høj var næstbesti málskjúttin hjá Bergsøy í dag

Liðið hjá Paula Høj, Bergsøy spældi í dag toppdyst móti Viking TIF í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Á heimavølli í REM Arena høllini í Fosnavåg vann Bergsøy 36-30 á Viking TIF. Í fyrra hálvleiki leikaði meira javnt á, og í steðginum var Bergsøy bert á odda við einum máli, 17-16.

 

Pauli skoraði sjey mál, og legði upp til eitt mál (assist), og hann var næstbesti málskjúttin hjá Bergsøy. Petter Nygaard Eikrem var toppskjútti hjá Bergsøy við níggju málum.

 

Bergsøy er næstfremst í deildini við fullum stigatali, átta stigum fyri fýra dystir. Bodø er fremst í deildini við 10 stigum fyri fimm dystir. 

 

Komandi leygardag klokkan 14 spælir Bergsøy dyst á útivølli móti Åsane.