Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin spældu í kvøld dyst á heimavølli í Champions League.
Í dysti í bólki A í Max Schmelling høllini í Berlin vann Füchse Berlin stórsigur 38-27 á norska liðnum, Kolstad. Í steðginum vóru berlinarnir á odda 19-14.
Hákun var effektivur. Hann fekk tríggjar málmøguleikar, og hann setti allar í netið. Tobias Grøndahl var við níggju málum toppskjútti hjá Füchse Berlin.
Füchse Berlin er fremst í bólkinum við fullum stigatali, 10 stig fyri fimm dystir.
Sunnudagin klokkan 14 spælir Füchse Berlin dyst á útivølli í týsku bundesliguni. Dysturin verður móti Stuttgart.
HER ber til frá rásini, Siggi_Channel at síggja tey trý málini Hákun West av Teigum skoraði fyri Füchse Berlin:
##med2##