Füchse Berlin er fremst í bundesliguni við 52 stigum. Teir eru eitt stig frammanfyri verandi meistararnar, Magdeburg og tvey stig frammanfyri Melsungen, nú trý leikumfør eru eftir.
Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin vunnu greitt 37-29 á Melsungen í Max Schmelling høllini í kvøld. Í steðginum vóru berlinararnir á odda 18-12.
Heimsins besti hondbóltsleikari, Mathias Gidsel stýrdi liði sínum til sigurs. Hann skoraði heili 15 mál.
Hákun stóð stinnur í verjuni, men fekk ikki nógv at arbeiða við úti á veinginum. Men ta einu ferðina hann fekk møguleikan setti hann bóltin í netið.
Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt megnaðu bert javnleik 29-29 á útivølli móti botnliðnum, Bietigheim-Metterzimmern. Í fyrra hálvleiki gekk av skriðuni. Flensburg var aftanfyri 12-21 í steðginum. Ein góður seinni hálvleikur var ikki nóg mikið til at tryggja Flensburg sigurin.
Jóhan skoraði tvey mál upp á tveir málmøguleikar.
Støðan:
##med2##
Kelda: Soccerstand