Svimjihøllin í Gundadali í Havn var um vikuskiftið karmur um árligu FM-kappingina í svimjing. Svimjarar úr øllum landinum høvdu sett hvørjum øðrum stevnu at finna út av, hvørjir eru teir fremstu í teimum ymisku kappingargreinunum og á teimum ymsu teinunum.
Bragd av fuglfirðingum
Tá ið avtornaði vísti tað seg, at tað serliga vóru svimjararnir úr Fuglafirði og úr Havn, sum royndust drúgvastir. Bæði Fuglafjarðar Svimjifelag og Havnar Svimjifelag ognaðu sær 13 gullmerkir , so væl var heystað hjá teimum.
At Fuglafjarðar Svimjifelag, sum umframt tey 13 gullmerkini eisini ognaði sær 14 silvurmerkir og sjey bronsumerkir, vinnur so nógv, kann ikki sigast at verða annað enn eitt bragd. Umstøðurnar til svimjing eru ikki av teimum bestu í Fuglafirði, men avlíkavæl roynast felagið kanska best í øllum landinum.
FM-kappingin um vikuskiftið eydnaðist stak væl, og samanumtikið vóru úrslitini eisini rættuliga góð. Ikki færri enn 12 føroysk met vóru sett, og enn einaferð var tað unga Elspa Mørkøre úr Fuglafjarðar Svimjifelag, ið setti tey flestu.
Elspa og Andras í serflokki
Tey bæði, Elspa Mørkøre og Andrass Thomsen, vóru teir einstaklingarnir, ið royndust drúgvastir í FM-kappingini.
Elspa vann seks gullmerkir, meðan Andrass vann ikki færri enn átta. Elspa vann 100m blandað, 200m blandað, 400m blandað, 50m rygg,100m rygg og 200m rygg. Andrass vann 100m frí, 200m frí,400m frí,1500m frí, 100m rygg, 200m rygg, 100m blandað og 400m blandað. Harumframt vann Andrass trý gullmerkir í liðsvimjingini í4x 50m frí fyri lið, 4x100m blandað fyri lið og 4x100m frí fyri lið.
Ikki óvæntað vóru tað eisini júst hesir báðir svimjararnir, ið leygarkvøldið vóru kosin til ársins svimjarar 2004/2005, tá ið árliga gallaveistlan hjá svimjingini var á skránni.