Á býráðsfundi í Fuglafjarðar kommunu í gjárkvøldið samtykti býráðið ársroknskapin hjá kommununi fyri 2022. Raksturin av kommununi kostaði 73.6 miljónir í mun til játtanina, sum var á 71.2 miljónir krónur. Sostatt var ein meirnýtsla á 2.3 miljónir.
Í Fuglafjarðar kommunu vísa tey á, at fíggjarliga tyngsta rakstrarøkið hjá kommununi vóru almanna-og heilsumál, sum stóðu fyri 36% av rakstrarkostnaðinum, sum í høvuðsheitum stavar frá eldrasamstarvinum Nánd.
- Útreiðslan hjá kommununi fyri Nánd-samstarvið var á 20.8 miljónir, meðan afturberingin frá landinum var 18,4 miljónir. Hetta merkir, at kommunan í 2022 bar meirkostnaðin á 2,4 miljónir krónur.
Sagt verður, at størsta meirnýtslan í 2022 var á rakstrarøki 6, sum er teknisk mál, har bráfeingis umvælingar á vatn-og kloakskipanina í høvuðsheitum er orsøkin.
- Kommunal virki høvdu eina inntøku á góðar 2,5 miljónir, sum einamest stava frá Fuglafjarðar havn. Hetta var umleið ein miljón minni enn væntað við ársbyrjan. Hetta skyldast fall í tali av bunkringum til russisk skip.
Í Fuglafjarðar kommunu verður sagt, at íløgur fyri 23.8 miljónir vóru avhildnar í 2022, meðan játtanin var 24 miljónir.
- Tískil er ein minninýtsla á umleið 0,2 miljónir. Størsti íløguposturin vóru teknisk mál í samband við nýggjari lækna-og heilsumiðstøð og útvegan og byggibúning av grundøkjum.
Inntøkurnar í 2022 vóru á 111.3 miljónir krónur í mun til metingina á 95.9 miljónir, sum er ein meirinntøka á 15,4 miljónir.
- Inntøkurnar eru øktar 14.8 miljónum í mun til 2021. Størstu broytingarnar í inntøkunum stava frá partafelagsskattinum, sum var 9.2 miljónir hægri hægri enn mett og frá kommunuskattinum, sum var 5,3 miljónir hægri enn frammanundan mett.
Sammett við 2021, so eru rakstrarútreiðslurnar í 2022 lækkaðar við 1.5 miljónum. Íløgurnar eru lækkaðar við umleið 21,7 miljónum - hetta, tí stóru íløgurnar í nýggja barnaskúlan, ÍF-húsið og Vesturstovu eru hildnar.
- Samanlagt gjørdist gjaldførisúrslitið frá rakstrinum eitt avlop á umleið 14 miljónir ímóti einum halli í 2021 á umleið 24 miljónir krónur.
Lagt verður aftrat, at Fuglafjarðar kommuna í 2022 hevur goldið 6,8 miljónir krónur í avdráttum av lánum. Nettoskuldin við árslok 2022 var 0,95% av einari álíkning í mun til 1,20% við árslok 2021.