Fuglfirðingar eru illa sperdir

ÍF er nú næst niðast í aðru deild

2. deild

Yvirskriftin kundi tað sama verið, at KÍ er so mikið væl fyri, at tað meiri enn so er møguleiki fyri, at teir kunnu vinna heiðursmerki.
Einki skal takast frá KÍ avrikinum sunnudagin. Teir vunnu trivaligan og væl uppibornan sigur. Men tað er merkisvert, at fótbólturin í Fuglafirði skal vera í so djúpum aldudali, sum avrikið í Klaksvík bar boð um, at hann er.
ÍF hevði ikki nógv at bjóða uppá. Teir spældu allar 90 minuttirnar í 2. geari. Pauli Jarnskor hevur royndirnar, men hann hevur sæð sínar bestu dagar sum spælari. Saman við honum á miðvøllinum vóru Eyðálvur R. Petersen og Høgni Zachariassen, sum báðir eru góðir við bóltinum, men tað sást einki til hægri gear, og íF átti onga turbo.
Hanus Eliasen minkaði fram ímóti dystarenda um munin til 4?1. Talan var um fínt langskot, og Hanus er ivaleyst mest eyðsýndi ÍF spælarin. Men støðið í fótbóltinum í Fuglafirði tykist vera soleiðis, at um góðir spælarar skulu hugsa um at royna seg í 1. deild, so skulu teir flyta í onnur feløg, og tí ber væl til at ímynda sær, at Hanus og kanska onkur annar fer at gera, sum Bartal Eliasen og Bárður á Lakjuni og aðrir, sum hava leitað aðra staðni hava gjørt.
KÍ hevði sunnudagin eina manning, sum ivaleyst hevði vunnið fleiri dystir í 1. deild. Á miðvøllinum vóru Erling Fles, Allan Joensen og Símun Joensen, sum væl og virðiliga settu seg á mótstøðumiðvøllin, og teir vóru við í trimum av fýra málum.
Erling Fles setti hol á í 19. minutti. Finn Baldvinsson sendi fríspark í brotsteigin, Símun Joensen var hægstur og stútaði upp á tvørs til Erling, sum lyfti upp um Rúna Joensen, ið kendi seg noyddan at leypa eitt sindur út úr ÍF málinum.
Olgar Danielsen økti til 2?0 eftir 32 minuttir. ÍF hevði akkurát havt teirra bestu fimm minuttir, tá KÍ veteranurin gjørdist einsamallur við ÍF málverjanum. Fuglfirðingar vildu vera við, at talan var um rangstøðu, men tað hildu dómari og linjuverji ikki, og Olgar var tryggur, tá hann setti millum beinini á málverjanum.
Eftir ein tíma økti Allan Joensen til 3?0 við frágera góðum frísparksmáli úr 28 metrum. Símun Joensen varð feldur í gjøgnumbroti, og Allan Joensen sendi omanfyri manngarðin og upp í hornið.
Sera arbeiðssami Erling Fles økti til 4?0, tá tað restaðu fimm minuttir. ÍF álop varð steðgað á egnari helvt, og eftir kontra varð Erling púra leysur í vinstru. Sera hegnisliga lyfti hann upp um ÍF málverjan.
ÍF minkaði um munin, men eftir síðsta bríksl er veruleikin, at ÍF trý umfør undan kappingarenda er nærri endaumfari at sleppa undan niðurflyting, enn teir eru endaumfari um uppflyting.

Dysturin í tølum
KÍ-ÍF 4-1 (2-0)
1-0: Erling Fles
2-0: Olgar Danielsen
3-0: Allan Joensen
4-0: Erling Fles
4-1: Hanus Eliasen