Fuglfirðingar flúgvandi vesturi í Vágum

5-mannafør kvinnur - Við sannførandi sigri syrgdi Erla Kongsdóttir leygardagin fyri, at fuglfirðingar fyri fyrstu ferð nakrantíð vinna FM í kappróðri

Erla Kongsdóttir tryggjaði sær leygardagin FM heitið í kvinnu­kappingini umborð á 5-manna­førum.
Gamaní er fjarstøðan aftur til Drekan, sum er næstfremst, ikki meiri enn sjey stig, men tá ið tað bara eru fimm bátar í hesi kappingini, so vil tað siga, at Erla Kongsdóttir fær í minsta lagið trý stig á Ólavsøku, um hon bara damlar teir 900 metr­arnar av Argjahøvda og inn á málið.
Sjálvsagt ætlar Erla Kongs­dóttir at enda róðrarárið við maner, og avrikið á Sørvági leygar­dagin bendi ikki á ann­að, enn at Erla Kongsdóttir er favorittur at vinna á Ólav­søku.
Bara eina ferð hevur tað kiksað hjá fuglfirðingum í ár. Tað var á Sundalagsstevnu í Hvalvík, tá ið Drekin vann. Drekin hevur verið í tætt­ari kapping við Firvald um næstfremsta plássið. Leygar­dagin vóru tað tær á Tvøroyri, sum vunnu ta kappingina, og Blikur av Argjum var ikki so langt aftanfyri.
Tað verður roknað við, at Erla Kongsdóttir fer at koma á mál á Ólavsøku, og at Erla Kongsdóttir harvið vinnur FM. Hetta verður fyrsta FM heitið yvirhøvur, sum fuglfirðingar hava vunnið, síðani tað í 1973 varð farið undir FM kapping í tí líki, sum tað framvegis verð­ur kappast.
Og so eigur sjálvsagt at verða lagt aftrat, at tá ið tað fyrstu ferð yvirhøvur varð kapp­ast um FM í 1964, tá vann 5-manna­farið í Fuglafirði, Erla Kongsdóttir, fyrsta FM heitið yvirhøvur. Tá var tað soleiðis, at tað aftan á Ólavsøku í einum róðri ein sunnudag seinnapart varð kappast um FM. Fyrsti róð­urin í 1964 var millum 5-mannafør við kvinnum, og Erla Konsdóttir vann.
Nú hevur Erla Kongsdóttir rokkið so høgt stigatal, at hon verður ikki tikin. Fir­valdur, Drekin og Blikur fara ólav­søkuaftan at gera eina nýggja roynd at fanga Erlu. Sannlíkið fyri at tað skal eydnast er ikki stórt, tí vesturi í Vágum vóru fuglfirðingar flúgvandi!


1 Erla Kongsdóttir 05:17.09
2 Firvaldur 05:23.22
3 Drekin 05:24.09
4 Blikur 05:25.11
5 Havfrúgvin 05:35.19

Støðan
1 Erla Kongsdóttir 41
2 Drekin 34
3 Firvaldur 32
4 Blikur 24
5 Havfrúgvin 19