Fuglfirðingar framvegis skerdir

Tað er eitt skert ÍF-lið, sum tekur ímóti NSÍ í Fuglafirði sunnudagin.

ÍF skal royna at reisa seg eftir lemjandi 9-0 ósigurin móti HB í Gundadali seinasta sunnudag, men greitt er, at fuglfirðingar framvegis eru skerdir.

Hvørki Pól ella Símun
Verjuleikarin Pól Ennigarð hevur framvegis leikbann eftir útvísingina móti KÍ herfyri, men hann verður tøkur aftur til næsta dyst.
Ein annar, ið kundi verið avloysari hjá Pól í miðverjuni, er Símun Eliasen, men hann er á brúdleypsferð við Elin, sum hann giftist við farna vikuskifti.
Hin miðverjin, Bartal Elasen, hevur verið á oyggjaleikum og spælt við flogbóltslandsliðnum, men hann verður væntandi afturkomin til dystin móti runavíkingum.
Rúni Elttør og John Thomsen hava framvegis skaða at dragast við, og teir verða neyvan klárir til dystin sunnudagin.
Hjá NSÍ eru flestu menn klárir eftir dystin í UEFA-Cup kappingini móti lettiska Metalurgs hóskvøldið.
Einasta ivamálið er tó Christian Høgni Jacobsen, sum skeyt øll trý málini, tá ið NSÍ vann 3-1 á VB farna vikuskifti. Í sama dysti fekk Christian Høgni ein snudd í knæið, sum gjørdi, at hann ikki fekk spælt móti Metalurgs, og spurningurin er so, um hann verður klárur til dystin í Fuglafirði.
Tá ið liðini hittust í Runavík fyrr í ár, endaði tað við einum 1-1 javnleiki.