Fuglfirðingar gott tak á B71

Fótbóltur: Eyðun Samuelsen er sannur fongur í álopinum hjá ÍF, og Chris Knight er tryggur á aftasta manni

Tað hevur verið roknað við, at ÍF, sum síðani í fjør hevur mist bæði Bartal Eliasen og Egil Zachariasen, fór at teljast millum liðini í tyngra endanum. Enn er hol ikki sett á landskappingina, og tí er tað alt ov tíðliga at gera nakra sum helst niðurstøðu um styrkir og veikleikar hjá liðunum.

Men avrikini tey seinastu vikuskiftini í steypakappingini kundu bent á, at tað er ikki heilt illa vorðið hjá fuglfirðingum. Sunnudagin vunnu teir 4-2 á Sandi, og tað ber við sær, at teir um knappar tvær vikur skulu spæla fjórðingsfinalu, men teir hava neyvan tær stóru vónirnar um at koma í hálvfinaluna, tí teir skulu spæla móti HB í Gundadali.


Nýggir stuðlar

Maður kemur í mans stað, plagar at vera sagt, og hóast korpusini ikki eru tey somu, so kann tað fara at vísa seg, at Eyðun Samuelsen og Chris Knight kunnu fylla holini eftir ávikavíst Egil Zachariasen og Bartal Eliasen.

Chris Knight kom í síni tíð til Fuglafirðar fyri at styrkja um álopið hjá ÍF. Tað megnaði hann ikki, men áðrenn hann fór av landinum aftur, hevði hann knýtt bond í Fuglafirði, sum gjørdu, tí hann hevði annað enn fótbóltin fyri eyga. Í vár var ÍF so at siga í neyð, og royndin við at seta bólttrygga bretan á aftasta mann hevur riggað.

Eyðun Samuelsen skoraði tvær ferðir sunnudagin, og við sínum góðu fótskiftum er hann vandamikil fyri allar verjuspælarar, tá hann hevur fingið tak á bóltinum.

Eyðun setti hol á, eftir at sandoyarverjan var alt ov opin mitt fyri. Uni Mortensen stakk fram ímillum, og álopsmaðurin sneiddi Valdemar Novisci, sum aftur vardi sandoyarmálið, av, áðrenn hann trillaði í tóma kassan.

Og Eyðun Samuelsen legði ÍF framum 2-1, tá hann fekk fulla nyttu úr brotssparki, sum hann sjálvur var upphavið til. Verjuspælarin, sum var farin um koll, tá álopsmaðurin stakk bóltin framvið honum, steðgaði bóltinum við hondini, og so var brotsspark.

Tað var ein sonn perla av einum máli, tá Eyðolvur Petersen økti til 3-1. Innskifti Rúni Petersen lyfti inn um verjuna, sum var á veg fram, og Petersen maðurin smekkaði í handara hornið.

Piotr hevði flutt landsmannin Tomasz av miðvøllinum, har hann ikki hevur gjørt serligar skreytir, og aftur í miðverjuna, har hann hesa ferð røkti plássið hjá skadda Viggo Johannesen. Henda royndin eydnaðist væl, og nýggi miðverjin krýndi gott verjuavrik við málinum til 4-2. Skotið kom útifrá eftir klumpspæl og útfrá.


Ferðin er trupulleiki

Tað hava verið betri fótbóltsavrik á Sandi enn tað, sum var at síggja sunnudagin.

Sandoyingar eru farnir úr steypakappingini, og nú hugsa teir bara um landskappingina. Í tí alini kom tað illa við, at ein av stuðulsspælarunum, Rúni í Soylu, longu í 1. hálvleiki noyddist út við skaða.

B71 samanspældi onkuntíð væl. Eli Hentze á miðvøllinum hevur royndirnar, og um hann ikki hevur skjótleikan, sum hann hevði fyri tíggju árum síðani, so veit hann kanska betri nú, enn hann visti tá, hvussu tað skal gerast. Veteranurin var sentralur í nógva av uppspælinum, og uppskriftin var tann sama so at siga hvørja ferð. Tað nógva fór gjøgnum høgra borð, og tað var eftir uppspæl har, at bæði málini vórðu skotin. Í fyrra førinum hevði Eli drigið einar tríati metrar, áðrenn lagt var út í høgru og so innfyri til Kára Nielsen, ein av ungu og evnaríku B71 monnunum, sum javnaði til 1-1. Havnarmaðurin Hans Jørgen Djurhuus minkaði um munin til 3-2, og uppskriftin var nett tann sama sum í fyrra førinum, altso innlegg úr høgru og tvørturum.

Sandoyingar hava fleiri evnaríkar spælarar, men teir hava ikki allir so nógvar royndir í 1. deild, har ferðin verður væl hægri, enn hon var í 2. deild í fjør, og um tað skuldi borið soleiðis á, at tað verður eitt sindur striltið, so fer tað at telja nógv at hava ein góðan moral. Hugburðurin hevur nógv at siga, tá royndirnar skulu fáast.