Fulham hevur kós ímóti Europa

Tað gekk, sum tað kundi roknast við, tá ið NSÍ í kvøld suðuri í London stríddist ímóti Fulham úr bestu eingilsku fótbóltsdeildini. Heimaliðið á Craven Cottage vann 3-0, men tað gekk ein stórur hálvur tími, áðrenn tað eydnaðist at fáa bóltin fyrstu ferð í málið aftanfyri Andras Gango.

Tríggir av teimum, sum í landskappingini hava verið fastir menn á NSÍ liðnum, vóru ikki við í London. Talan er um Einar T. Hansen, Mamuka og Razek. Avboðini bóru við sær, at aðrir, sum ikki hava verið so nógv á liðnum, hesa ferð vóru millum teir fyrstu ellivu. Eitt nú Jann Martin Mortensen, Debes Danielsen og veteranurin Helgi L. Petersen.

Einki er at ivast í, at tað verða favorittarnir úr Fulham, sum fara at halda fram í kappingini. NSÍ hevur í næstu viku møguleika at vísa sínar dygdir, tá ið Fulham kemur til Føroya. Heimadysturin verður á Svangaskarði hóskvøldið.

Martin Joel er nýggjur venjari hjá Fulham, og dysturin í kvøld var tann fyrsti hjá honum við róðri í Fulham, sum í 2010 megnaði finalupláss í hesi europeisku kappingini. Átta av teimum, sum vóru millum teir fyrstu ellivu í finaluni ímóti Atletico Madrid fyri trettan mánaðum síðani, vóru á vøllinum frá fyrsta bríksli íkvøld.

 

Fulham-NSÍ 3-0 (1-0)

1-0: Damien Duff 33.

2-0: Danny Murphy br 61.

3-0: Andrew Johnson 70.

Dómari: Bernhard Brugger úr Eysturríki

Fulham: Mark Schwarzer - Brede Hangeland, Chris Baird, Andrew Johnson, Danny Murphy, Damien Duff, Aaron Hughes, Dickson Etuhu (Steve Sidwell, 74.), Bobby Zamora (Lauri Daila Valle, 79.), Matthew Briggs, Simon Davies (Bjørn Helge Riise, 69.)

Venjari: Martin Joel

NSÍ: András Gángó - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Petur Pauli Mikkelsen, Heðin á Lakjuni - Debes Danielsen (Árni Frederiksberg, 78.), Helgi L. Petersen, Jústinus R. Hansen, Jann Martin Mortensen (Magnus Olsen, 86.) - Christian Høgni Jacobsen, Klæmint A. Olsen (Andrias á Líknargøtu 90+3.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn Kristian Joensen, Magnus Pauli Sørensen

Venjari: Pauli Poulsen

Gult kort: Helgi L. Petersen 69.,

 

-

 

 

70 min.

3-0

Eftir at tað í 1. hálvleiki eydnaðist hampuliga væl hjá NSÍ at verja í London so hevur tað fyrra partin av 2. hálvleiki eydnast Fulham at skora tvær ferðir.

Liðformaðurin Danny Morphy umsetti í 61. minutti brotsspark til mál, og í 70. minutti økti Andrew Johnson til 3-0.

 

45+1 min.

Hálvleikur

1-0

Tveir minuttir undan hvíldini tiltuskaði NSÍ sær hornaspark, sum Heðin á Lakjuni legði innfyri, men tað spurdist einki burturúr.

Fulham hevur havt stóra yvirvág, men støðan er framvegis 1-0.

-

 

35 min.

1-0: Damien Duff 33.

Fulham hevur havt støðugt trýst á málið hjá Andras Gango, sum hevur havt onkra bjarging. Eitt nú hevur heimaliðið síðstu løtuna havt fleiri hornaspørk.

Christian Høgni Jacobsen og Jústinus R. Hansen hava havt royndir ímóti Fulham málinum.

 

--

 

30 min.

NSÍ er í europeiskum ódnarveðri í London, har Fulham er heimalið á Craven Cottage. Eftir hálvan tíma er støðan framvegis málleysur javnleikur!

 

NSÍ: András Gángó - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Petur Pauli Mikkelsen, Heðin á Lakjuni - Debes Danielsen, Helgi L. Petersen, Jústinus R. Hansen, Jann Martin Mortensen - Christian Høgni Jacobsen, Klæmint A. Olsen