Full ferð sett á arbeiðið at byggja nýggja Smyril

Nú arbeiða næstan 400 fólk upp á nýggja suðuroyarskipiði, so nú broytist skipið rættiliga skjótt

Nýggi Smyril


Nú er aftur full ferð sett á arbeiðið at byggja nýggja Smyril.
Eftir at stór óvissa hevur verið um byggingina í fleiri vikur nú, eru viðurskiftini á skipasmiðjuni aftur komin í fasta legu og tað hevur eisini ført við sær, at full ferð er sett á arbeiðið at byggja skipið.
? Tað hendir rættiliga nógv umborð á Smyrli nú, sigur Magnus Magnussen, tekniskur stjóri á Strandferðsluni.
Hann sigur, at tilsamans eru tað næstan 400 fólk, sum nú arbeiða uppá nýggja Smyril, bæði umborð og í landi, so nú broytist skipið rættiliga skjótt.
? Sum gongdin er nú, meti eg, at nýggi Smyril verður liðugur í apríl, sigur Magnus Magnussen.
Kortini hevur Strandferðslan ikki formliga fingið eina nýggja tíðarætlan frá Skipasmiðjuni fyri, nær nýggi Smyril skal verða liðugur, men tekniski stjórin metir, at sum arbeiðsgongdiner nú, verður tað um fimm mánaðir.
Tað hevur annars sannur ruðulleiki valda á skipasmiðjuni í alt heyst. Fyrr í ár fekk IZAR krav frá ES um at gjalda stórar upphæddir aftur til spanska landskassan, sum IZAR skuldi havt fingið ólógliga í stuðuli til skipabygging.
IZAR samtakið hevur fleiri skipasmiðjur. Onkrar skipasmiðåjur byggja herskip, sum spanski landskassin betalir. Aðrar skipasmiåjur byggja vanlig skip, sum tað er ólógligt at lata stuðul til.
Men á IZAR hevur skilnaðurin ímillum skipasmiðjurnar sum byggjaherskip og tær, sum bygjavnlig skip, ikki verið nóg greiður og sostatt er ES komið til ta niðurstøðu, at peningur, sum spanski landskassin hevur goldið fyri herskip, í veruleikanum er brúktur til stuðul til skipasmiðjurnar, sum hava bygtvanlig skip, fyri at gera tær meiri kappingarførar.
Samstundis kravdi ES, at greiður skilnaður varð gjørdur ímillum skipasmiðjurnar, sum bygdu herskip og tær, sum bygdu vanlig skip, so at tað ikki skuldi bera til at flyra pening ímillum.
Hetta førdi til ruðulleika í IZAR. Tað endaði við eini ætlan um at onkrar skipasmiðjur skuldu lata aftur.Ein av teimum, sum skuldu lata aftur, var skipasmiðjan, sum bygdi nýggja Smyril.
Hetta vildu arbeiðsfólkið als ikki góðtaka og tey fóru í eitt rættiligt stríð fyri at varðveita arbeiðsplássini. Og tað førdi til, at verkfall hevur verið á Skpasmiðjuni í næstan alt heyst.
Sostatt varð eisini greitt, at upprunaliga tíðarfreistin fyri, nær Smyril skuldi vera liðugur, fór í vaskið.
Fyrst skuldi hann vera liðugur 12. oktober. So varð tað broytt til 1. desember, men heldur ikki tað helt og so leingi verkføllini herjaðu, kundi ongin siga nakað.
Men nú er ein avtalað fingin í lag um, at hendan skipasmiðjan skal ikki lata aftur, og tað hevði beinanvegin sína ávirkan.
? Tað er heilt øðrvísi á skipasmiðjuni nú. Fólk eru glað og lagið er gott og nú arbeiða tey av kraft fyri at fáa nýggja Smyril lidnan.
Frá 1 desember kemur skipasmiðjan undir dagbøtur, sum eru næstan 100.000 krónur um dagin í fyrstuni, men síðani hækka tær eitt sindur fram til tann dagin, Smyril kann latast Strandferðsluni.