Full semja í Tvøroyrar Býráð

Tvøroyrar Býráð fer nú til verka í fullari semju. Sostatt sita allir sjey býráðslimirnir á Tvøroyri í samgongu í býráðnum

Kommunuval


Tvøroyri: Fyri fyrstu ferð í søguni hevur býráðið á Tvøroyri skipað seg uttan meiri- og minniluta.
Alt býráðið hevur nú undirskrivað eitt virkis- og arbeiðsskjal fyri tey komandi fýra árini, har allir sjey býráðslimir vóru samdir um økini.
Býráðsformaður verður Kristin Michelsen.
Varabýráðsformaður, Pauli Einarsson.

Nevndirnar vórðu skipaðar soleiðis:

Fíggjarnevndin:
Kristin Michelsen, formaður
Sverre Midjord, varaformaður
Jaspur Vang

Tekniska nevnd:
Pauli Einarsson, formaður
Jens Johannesen, varaformaður
Bergur Bærendsen

Havna- og umhvørvisnevnd:
Jaspur Vang, formaður
Pauli Einarsson, varaformaður
Jens Johannesen

Mentanarnevnd:
Sverre Midjord, formaður
Pauli Einarsson,varaformaður
Marjun Olsen

Sosiala nevnd:
Jens Johannesen, formaður
Pauli Einarsson, varaformaður
Marjun Olsen

Vinnunevndin:
Bergur Bærendsen, formaður
Jens Johannesen, varaformaður
Sverre Midjord