Tveir føroyingar hava verið í dysti í dag í donskum fótbólti. Hallur Hansson spældi fullan dyst fyri AC Horsens, meðan René Shaki Joensen spældi ein hálvleik fyri Vendsyssel.
Hallur Hansson og AC Horsens høvdu vitjan av FC Nordsjælland í superliguni. Dysturin endaði við málleysum javnleiki. Føroyski landsliðsspælarin vísti í løtum tenn. Poul Hansen, viðmerkjarin hjá TV3, segði at Hallur Hansson hevði orkuna og hugskotini at skapa nakað, men tað gav ongantíð mál. AC Horsens liggur á sætta plássi.
Í næstbestu deildini tók Vendsyssel móti FC Helsingør. Vendsyssel vann 1-0. René Shaki Joensen byrjaði inni og spældi allan fyrra hálvleik. Málið kom í fyrra hálvleiki og føroyski landsliðsspælarin hevði ein møguleika at økja, men skotið fór framvið.
Við sigrinum er Vendsyssel komið upp á fimta pláss, men tað er sera tætt millum liðini í deildini.