Full spælitíð til Andrias í heimasigri hjá Wisla Plock

Wisla Plock er eitt av trimum liðum í oddinum í næstbestu pólsku fótbóltsdeildini

Aftaná tveir dystir á rað uttan spælitíð fekk landsliðsbakkurin, Andrias Edmundsson í dag fulla spælitíð, tá lið hansara, Wisla Plock vann 1-0 á Pogoń Siedlce á heimavølli í dysti í næstbestu pólsku fótbóltsdeildini.

 

Spanski, Jorge Jimenez skoraði sigursmálið hjá Wisla Plock í 74. minutti. 

 

Andrias og liðfelagarnir eru saman við Termalica og Leczna eitt av trimum liðum, ið manna oddin í deildini við 13 stigum aftaná fimm dystir.

 

Komandi mikudag klokkan 17 spælir Wisla Plock oddauppgerð móti Termalica á útivølli.

 

18 lið eru í næstbestu pólsku fótbóltsdeildini. Tvey tey fremstu flyta upp í bestu deildina aftaná lokið kappingarár. Liðini, ið enda á endastøðunum millum nummar trý og nummar seks spæla dystir um uppflyting til bestu deildina.

 

Kappingin fer í vetrarsteðg 7. desember, og verður tikin uppaftur 15. februar.