Fremad Amager, sum hevði Heina Vatnsdal á vøllinum allan dystin vann fyrr í dag ein minniligan 4-3 sigur á Marienlyst á útivølli. Christian Lamhauge Holst byrjaði inni, men varð skiftur út í steðginum, tá Fremad Amager varð aftanfyri 1-3.
Teir 500 áskoðararnir í Marienlyst sóu eina oddauppgerð í 2. deild, bólki 2, sum varð lívlig frá dystarbyrjan. Í 8. minutti fekk Marienlyst brotsspark, sum Mads Aasgaard setti í netið. Tveir minuttir seinni fekk Fremad Amager brotsspark, sum Johannes Blak Madsen setti í netið til 1-1. Í 35. minutti legði Jonathan Dolezal Marienlyst á odda 2-1, og fimm minuttir seinni økti Benjamin Hansen til 3-1, og nú sá svart út hjá Fremad Amager.
Fyrsta korterið av seinna hálvleiki man verða besta korterið hjá Fremad Amager í hesum árinum. Tá 48 minuttir vóru farnir skoraði Nicolas Mortensen til 2-3, og í 58. minutti javnaði Johannes Blak Madsen við enn einum brotssparki, hesaferð til 3-3. Tríggjar minuttir seinni skoraði Martin Jensen sigursmálið til 4-3. Seinasta hálva tíman hildu Heini Vatnsdal og teir í verjuni tætt, og Fremad Amager kundi ferðast heimaftur við einum ótrúliga minniligum sigri, og trimum stigum í skjáttuni.
Tíverri fekk Finnur Justinussen ikki nakra spælitíð í dag fyri Fremad Amager í dag. Christian Lamhauge Holst hevði nakrar góðar royndir ímóti málinum hjá Marienlyst í fyrra hálvleiki.
Oddaliðið, Frem vann 3-2 á B93 á útivølli, og er tí framvegis oddalið í 2. deild, bólki 2. Frem hevur 27 stig, Fremad Amager hevur 26 stig, meðan Nykøbing FC og Marienlyst hava 22 stig hvør.
Komandi leygardag tekur Fremad Amager ímóti Svendborg, sum liggur aftast við 10 stigum.