NÚ verður bíðað eftir, hvat fer at henda víðari í málinum viðvíkjandi landsstýrismanninum Signar á Brúnni. Tá landsgrannskoðarin legði fram tilfar sítt í sambandi við m.a. roknskapin hjá SVF komu krøv fram í almenna orðaskiftinum um, at landsstýrismaðurin átti at leggja frá sær. Hetta endaði við, at landsstýrismaðurin heitti á løgmann um at verða loystur úr starvi fyribils, meðan ein óheft kanning verður gjørd av málinum. Landsstýrismaðurin kendi seg fullkomiliga ósekan fyri teimum ákærum honum vórðu fyri. Síðani loysti løgmaður landsstýrismannin úr starvi, men tað vísir seg, at landsstýrismaður kann ikki verða loystur úr starvi fyribils, og heldur ikki kann løgmaður skipa fyri eini kanning uttan víðari. Tað skal landsstýrismálanevndin taka stig til, og hesum hevur formaðurin í nevndini longu víst aftur. Hvørjir eru so møguleikarnir hjá Signari á Brúnni at verða reinsaður fyri teimum órættvísu ákærum hann metir eru reistar móti sær og síni embætisførslu? Ein er, at 13 tingmenn biðja tingformannin um seta eina kanning í verk.
NÓGV er sagt og skrivað um Signar á Brúnni. Eisini á hesum stað hava vit víst á mál, sum enn standa óloyst. Men tað er eisini ein sannroynd, at sami landsstýrismaður í sambandi við eitt nú mentamálini hevur víst eitt sera gott handalag og virkisfýsni. Hann hevur brent fyri at fáa okkum ein meira virknan mentanarpolitikk. At hann so á hesum øki eins og á skúlaøkinum er sligin á fingrarnar av sínum egnu, her serstakliga fíggjarmálaráðharranum, er sjálvandi komið seg illa við. Vit síggja aftur og aftur, hvussu málsøki og nú eisini landsstýrismenn koma í rasshaft orsakað av, at pengar ikki mugu játtast til lívsneyðug mál, eitt nú til at liva upp til nýggju krøvini til at fylla út karmarnar í fólkaskúlalógini, tí sparast skal upp til fullveldi. Hetta er einki nýtt. Vit síggja tað eisini á sjúkrahúsøkinum. Rætt skal vera rætt. Tað eigur og má vera rætturin hjá landsstýrismanninum, at hansara mál verður kannað. Hava løgmaður og tjóðveldisfólkini lovað honum tað undir skeivum fortreytum, so eiga hesi at fáa 13 tingmenn at biðja tingformannin um eina óhefta kanning.
HVØRJA niðurstøðu man enn kemur til í hesum sera fløkta máli, so er greitt, at vit her eru vitni til metingar og tulkingar av eini nýggjari stýrisskipanarlóg, og har tað eisini kann vera torført at skilja millum jura og politikk. Flokkurin hjá Signar á Brúnni hevur havt landsfund um vikuskiftið. Áhugavert verður at frætta, hvørja niðurstøðu fundurin ella tingmanning og landsstýrismenn eru komnir til í sambandi við óheftari kanning av øllum ?Signar á Brúnni málinum?. Kann tað hugsast, at flokkurin longu hevur avgreitt málið einaferð med alla? At floksfelagar hansara síggja hann sum eina forðing fyri fullveldisætlanunum? At tá skúlamálaráðharrin roynir at ganga skúlafólkinum á møti í sínum krøvum, tá hevur hetta fingið øði í partamannin á kassanum í Tinganesi! Seinasta orðið eigur ikki at verða sagt í hesum máli. Tingið eigur at geva Signari á Brúnni ta kanning, sum hann hevur biðið um. Allur ivi eigur at koma tí skuldsetta til góða, eisini í hesum máli. Og uttan mun til flokspolitiskan lit.