Orð hansara vóru svar uppá tað, sum Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharri herfyri segði við útvarpið um, at nú tað var so stórt ynski hjá føroyingum at fáa sjálvstýri, so fór staturin ikki í framtíðini at veita føroyingum hvørki lán ella veðhald, um tað skuldi gingið galið aftur.
Karsten Hansen segði í viðmerking við útvarpið í gjár, at hann er sera fegin um hetta úttalilsi, tí føroyingar skulu nú klára seg sjálvar. Hann vísti á, at vit mugu nú vísa, at vit duga at seta pengar av til ring ár og metti sjálvur, at vit verða førir fyri at fyrireika okkum til at uppliva fleiri rakár.
Fyrsti í verðini
Jóannes Eidesgaard, sum sjálvur hevur røkt embæti sum fíggjarmálaráðharri, sigur, at Karsten Hansen má vera fyrsti fíggjarmálaráðharri í verðini, sum frøðist um, at ein kredittmøguleiki nú er burtur.
-Uppgávan hjá einum fíggjarmálaráðharra má hóast alt vera tann, at kredittvirðið í tí landinum, sum hann stýrir, er so gott sum møguligt, og at tú hevur so nógvar møguleikar fyri kredittum sum tilber.
-Eg kann ikki góðtaka slíkt. Tað er ein primitiv tjóðveldisuppfatan at siga, at tað er ein tryggleiki, at danska stjórnin ikki longur vil læna pengar til Føroyar. Eg vil siga, at tað tvørturímóti er eitt stórt afturstig.
Jóannes Eidesgaard heldur tað eisini vera púra burturvið at samanbera hesa støðuna við tey tey feitu árini og rakárini í Bíbliuni.
-Vit hava eina fíggjarlóg, sum í 1997 hevur eitt yvirskot uppá 150 mill. kr. Tað er við rokfiskiskapi, og frá teimum 150 mill. kr. stava tær 134 mill. kr. beinleiðis frá Føroya Banka, tvs. at tað veruliga yvirskotið av rakstrinum av Føroyum liggur eina staðni millum 10-20 mill kr. Og entá við rokfiskiskapi.
Jóannes Eidesgaard heldur tað vera beinleiðis ábyrgdarleyst at úttala seg so, tí øll vita, at tað skal so ómetaliga lítið til í okkara samfelag, at landshúsarhaldið aftur gevur hall. Bert eitt lítið afturstig í fiskiveiðini er nóg mikið.
-Men er hetta ikki ein avleiðing av tí avtalu, sum eisini tú sjálvur hevur tikið undir við?
-Avtalan er góð. Allar bindingar eru burtur, og búskaparligi parturin er framúr góður. Tað Lykketoft sigur nú stendur ikki nakrastaðni í avtaluni, men er ein avleiðing av tí víðgongda sjálvstýrispolitikkinum hjá hesum landsstýrinum.
-Men hvat heldur tú sjálvur um úttalilsini hjá Lykketoft?
-Hann kann sjálvandi ikki svara fyri stjórnina í allar ævir, og tað er møguligt, at støðan millum Føroyar og Danmark kann broytast við tíðini, soleiðis at vit kunnu fáa eitt skilagott samstarv, sum eisini inniber, at vit kunnu fáa kredittir úr danska statskassanum, um tað verður neyðugt.
Formaður javnaðarfloksins sigur annars, at vit onga staðni í verðini høvdu kunnað fingið eina so góða avtalu sum hana vit hava fingið við danir - um tú skuldi farið út at fíggja skuldina sjálvir.
-Men nú at fegnast um, at vit ikki kunnu fáa lán úr Danmark í framtíðini er mær fullkomiliga óskiljandi. Landsstýrið hevur skrivað eitt samgonguskjal um útbygging av sjúkrahúsunum, endurnýggjan av fiskiskipaflotanum, gerð av undirsjóvartunnuli, skattatrýstið skal niður osfr. Tann dagur kann lætt koma, tá Føroya landsstýri skal út á lánimarknaðin eftir pengum. Og tann møguleikin skal standa opin, eisini til Danmarkar.
Jóannes Eidesgaard sigur, at ynskið um suveranan stat er ikki nakað, sum javnaðarflokkurin er komin við. -Vit vilja gjarna út í ein sjálvstýrisútvikling, men ikki uppá premissurnar, sum tjóðveldisflokkurin vil og sum Mogens Lykketoft her hevur reagerað uppá.
Formaður javnaðarfloksins metir úttalilsini hjá Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra so mikið álvarslig, at tey eru ein greið ávaring til eitt nú javnaðarflokkin um, hvat stendur okkum í boði, um hetta verður gongdin framyvir.
-Tjóðveldismenn tosa og handla sum um at teir høvdu ein stóran meiriluta aftanfyri seg í hesum, men teir vilja nokk vakna við kaldan dreym, tá ein tíð er fráliðin.