Tilgjørd mynd.

Fullkomiliga ørt at renna og súkkla í Húsa­reyns­atunlinum

Royndur bussførari øtaðist, tá hon sá eitt fólk renna inni í Húsareynstunlinum uttan endurskin

Tilgjørd mynd.

– Eg má siga tað akkurát sum tað er, at tað er fullkomiliga ørt, at tað skal bera til at súkkla og renna inni í Húsareynstunlinum.

Tað sigur Hildur Jensdóttir, sum hevur 32 ára royndir at koyra buss. 

Hon sigur, at hon býr í Hoyvík, og at hon javnan koyrir gjøgnum Húsareynstunnilin, og at henni dámar sera væl nýggju farleiðina. Men hon skilir ikki, hvussu býarmyndugleikarnir kunnu loyva, at fólk skulu kunna renna og súkkla inni í tunlinum, tí tað er lívsfarligt, sigur hon.

– Ein dagin er koyrdi har, varnaðist eg brádliga, at eitt fólk rann á koyribreytini. Fólkið var í myrkum klæðum og hevði einki endurskin. Tað sum gjørdi, at eg varnaðist viðkomandi, var tann svingandi hestahalin. Beint sum er var komin fram við hesi kvinnuni, møtti eg tveimum stórum trailarum, og vísir á, at tað er sera vandamikið at vera til gongu ella renna í einum tunli, har stórir bilar koyra.

– Tí teir kunnu súgva tey til sín, tí teir fylla so nógv í tunlinum.

– Eg spyrji bara, skal onkur doyggja, áðrenn tey í býráðnum skilja, hvussu vandamikið hetta er, spyr Hildur Jensdóttir.

– Hetta má steðgast og tað ongantíð ov skjótt, hetta er tað reina vanvid, sigur hon.

Hildur Jensdóttir sigur, at hon ger vart við hetta, tí hon heldur tað vera neyðugt, at hetta kemur fram. So kunnu súkklarar og rennarar siga, hvat tey vilja.

– Hon heldur eisini, at tað sigur nógv um hugburðin, at fólk fara inn í tunnilin at renna uttan endurskin. Gott nokk er tunnilin góður, men so ljóst er tað heldur ikki, at tær ikki nýtist endurskin, sigur hon.

Hon hugsar eisini um tey, sum koyra bil. Tí einki er so ræðuligt, sum at koma út fyri at koyra á fólk og fyri ikki at tala um, at koyra fólk í hel. Hon sigur, at tað er ikki so lætt, tá tú koyrir stórar bussar ella trailarar, tá tú brádliga varnast fólk inni í tunlinum, tú hevur ikki so nógva tíð at umráða teg, sigur hon.

Tunnilin er ikki bygdur til súkklur og rennarar ella fólk til gongu. Tað var ein avgerð, sum nýggja býráðið tók, tá tunnilin varð tikin í nýtslu.

 

 

Tilgjørd mynd.