Alt bendir á, at ferðafólkaskipið Galaxy nú syngur sítt seinasta vers.
- Skipið er ávegis til sína seinastu beding, tí nú verður skipið upphøgt.
Soleiðis verður skrivað á Facebook av fólk, sum fylgja við og lesa um skipavinnu úti í heimi.
- Skipið við IMO 7516773, fyrr nevnt Galaxy, nú skrásett sum Gala, verður skrottað, verður skrivað.
Ferjan, sum er bygd í Póllandi í 1979, verður løgd á strondina í Gujarat í India, har hon verður upphøgt.
Sum skilst, er tað endurnýtsluvirkið í Alang í India, sum skal skera skipið sundur og selja Galaxy sum gamalt jarn.
Galaxy hevur í meira enn einum umfari verið avloysaraskip á Suðuroyarleiðini.
Tá skipið var her seinast, stóðst mikið kjak um hekkuportrið, sum myndir vístu ikki hevði staðið nóg væl læst á einum túri um Suðuroyarfjørð.










