”Hvat meina tey, tá tey siga, at eg eri vikuskiftis-mamma?”
Starvsfelagin rópar hart við døgurðaborðið!
Hon hevur júst lisið fyrsta partin í eini røð, ið hevur fingið heitið ”At vera fulltíðarmamma”.
Greinin er um 28 ára gomlu Helenu, ið hevur valt at verða heima við børnunum, til tey byrja í skúla, og harvið valt at liva av eini løn, ongan bil at hava og ongar uttanlandsferðir at gera.
Starvsfelagin fær skjótt nógvar yvir á sína síðu. Heiti á greinarøðini provokerar okkum mammur, ið arbeiða og hava børnini í barnagarði. Við tí at verða mamma kemur eisini kenslan av at ongantíð verða nóg góð. Ein slík greinarøð er reint dynamitt fyri ta kensluna.
Heiltíðar mammur eru vit, hóast at vit arbeiða úti 6-8 tímar dagliga! Vit gera tað, ið kvinnurnar fyri okkum bardust fyri at sleppa – út at arbeiða, vinna egnan pening og gerast sjálvstøðugar.
Helena og hennara líkar eru sjálvandi vælkomnar at ganga heima, men fyri flestu kvinnur er tað ógjørligt av fíggjarligum ávum.
Eg hevði ikki hugsað mær at gingið heima við børnum. Eg havi verið heima eitt ár við hvørjum, og tað er nokk. Arbeiðið og tær avbjóðingarnar lokka, og børnini hava tað gott saman við javnaldrum í barnagarðinum.
Mamma mín gekk heima við okkum, til vit fóru í skúla. Eg eri sjálvandi glað fyri tíðina, og vónandi var mamma eisini glað og nøgd við sítt lív heima. Men eg hevði avgjørt ikki tikið skaða – heldur tvørturímóti – av at gingið nakrar tímar í barnagarði, áðrenn eg byrjaði í Sørvágsskúla.
Starvsfelagin rópar aftur hart - nú frá skrivstovuni: ”Eg sendi eitt mótmæli til redaktørin”. Hon er ill! Kanska tí at hon stríðist dagliga við at fáa trý børn í skúla og barnagarð og at gjalda stóra húsalánið. Hon hevur gjørt sítt val útfrá tí støðu, hon er í. Og fulltíðarmamma – ja tað er hon so garantera!