Í nátt tók løgreglan ein bilførara fyri at koyra bil við góðari kenning. Maðurin varð tikin í Norðoyatunlinum, undir heldur óvanligum umstøðum. Løgreglan sigur, at maðurin ringdi sjálvur til løgregluna og boðaði frá, at hann var punkteraður í Norðoyatunlinum.
Men tá ið løgreglan kom á staðið, varnaðust tey skjótt, at har ruggaði ikki rætt. Løgreglan fekk illgruna um, at bilførarin hevði kenning, og tá ið hann var biðin um at blása á alkoholmálaran, fór hann væl upp um markið og vísti sostatt, at maðurin var rættiliga ávirkaður. Tískil varð tikin og nú er hann skuldsettur fyri at koyra við kenning, samstundis sum ein blóðroynd skal vísa, akkurát hvussu ávirkaður hann var. Men løgreglan veit ikki, hví maðurin upprunaliga ringdi og boðaði frá, at hann var punkteraður í Norðoyatunlinum.
Annars hevur nógv fólk verið í býnum, men tað hevur verið lutfalsliga friðarligt Nøkur fólk hava verið so full, at tey hava ikki klárað seg sjálvi og tey hevur løgreglan koyrt til húsar.
|